Nýggja frálandaskipið hjá Krúnborg Offshore, Stril Krúnborg, er farið av bakkastokki í Pólandi.
Tað veit oljan.fo at siga.
- Sjósetingin gekk væl, og nú verður gjørt klárt til ferðina til Noregs, har skipið verður gjørt liðugt. Farið verður úr Pólandi hin 30. desember, og tað tekur einar tríggjar dagar at sleipa skrokkin til Noregs.
Stril Krúnborg verður væntandi klárur at lata eigarunum í juni næsta ár.
- Talan er um eitt veitingarskip til oljuvinnuna, og er skipið serliga útgjørt til virksemi á havbotninum. Skipið er útgjørt við stórum krana og tveimum kavbátum (ROW).
Petur Jacobsen, stjóri í Krúnborg Offshore, sigur við oljan.fo, at teir eru sera fegnir um, at arbeiðið hevur gingið so væl, og nú bíða teir eftir løtuni, tá gamla fiskivinnureiðaríið av álvara flytir seg inn í frálandaøldina.
- Eg fari at nýta høvi at ynskja øllum føroyingum eins og okkara partnara í Noregi eitt gott nýggjár. Eisini fari eg at ynskja Statoil góða eydnu við boringunum næsta ár, sigur Petur Jacobsen, stjóri, við oljan.fo
Myndirnar hevur Bárður Vágfjall, ið siglir við Havila Phoenix tikið.