Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur vunnið 1. bólk í talvi fyri einstaklingar 2008. Hetta varð greitt í gjárkvøldið, tá ið 8. og næstsíðsta umfarið var lokið. Undan síðsta umfari hevur Rógvi 6,5 stig, og so nógvum stigum kann eingin av hinum røkka. Sigurð Justinussen er næstfremstur við 5,0 stigum.
Støðan undan síðsta umfari
1: Rógvi Egilstoft Nielsen 6,5
2: Sigurð Justinussen 5,0
3-4: Barnhard Augustinussen og Jógvan Joensen 4,5
5-7: Jógvan Næs, Herluf Mortensen og Jónfinn Thomsen 4,0
8: Hjalti Toftum Jógvansson 3,5
9: Esbern Christiansen 2,5
10: Johan E. Hansen 1,5
9. umfar
Sigurð Justinussen 1868 ? Jógvan Joensen 1774
Jónfinn Thomsen 1736 ? Herluf Mortensen 1661
Bernhard Augustinussen 1814 ? Rógvi Egilstoft Nielsen 1777
Esbern Christiansen 1749 ? Johan E. Hansen 1696
Jógvan Næs 1730 ? Hjalti Toftum Jógvansson 1631