Rógvi Johansen í stórari kapping

Hósdagin 1. august skal føroyski súkklarin í Danmark, Rógvi Johansen, luttaka í stórari súkklukapping, har fleiri kendir súkklarar eisini luttaka

Danska súkklufelagið hjá Rógva Johansen, "Cycling Aarhus elité", skipar aftur í ár fyri stórari súkklakapping, har fleiri fulltíðar yrkissúkklarar vera við. Vágbingurin Rógvi Johansen skal eisini luttaka í kappingini, sum ber heitið "Grand Prix CSC Scandihealth", og verður hetta ein sera stór avbjóðing fyri føroyska súkklaran.

Kendir mótstøðumenn
Tveir av luttakarunum í kappingini eru Tyler Hamilton og Carlos Sastre, sum báðir súkkla fyri heimskenda súkklufelagið CSC/Tiscali. Hamilton gjørdist fyri stuttum nr. 2 í stóru súkklukappingini Giro de Italia, og gjørdist hann nr. 15 í heimsins størstu súkklukapping, Tour De France. Carlos Sastre gjørdist nr. 10 í Tour De France, og umframt teir báðar eru fleiri aðrir kendir súkklarar á CSC/Tiscali liðnum við.

Topp 10 torført
Tískil er talan um súkklarar í heimsklassa, og Rógvi Johansen sigur, at vónirnar at enda millum tíggju teir bestu, eru sera lítlar. Hinvegin vísir hann á, at líkamikið hvat endaliga úrslitið verður, fer hetta avgjørt at vera ein ógvuliga lærurík og mennandi uppliving fyri seg sum súkklara.
Kappingin verður skipað sum ein individuel kapping, men Rógvi Johansen sigur, at kappingin altíð verður koyrd sum ein liðkapping, eins og flest allar aðrar súkklukappingar.