Føroyameistarnir hava gjørt sáttmála við Rógva Poulsen fram til summarsteðgin. Argjamaðurin hevur seinastu tíðina verið knýttur at hópinum hjá Crewe. Heimasíðan hjá HB boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt avtalu við 21-ára gamla Rógva Poulsen. Álopskendi miðvallarin skifti í 2008 til HB úr AB, men hevur síðani kappingin endaði í fjør verið knýttur at League Two felagnum í Onglandi, Crewe Alexandra. Tað hevur ikki eydnast Rógva at koma á besta liðið enn og støðan hjá honum ger, at hann uttan trupulleikar kann skifta aftur til HB.
Skifti skal ikki skiljast sum at Crewe ikki eru áhugaðir, ið hava Rógva í felagnum longur. Tí avtalan inniber, at umboð fyri Crewe koma til Føroyar at hyggja at Rógva í dysti fyri HB og landsliðið, skrivar HB.fo. Meðan føroyska landskappingini byrjar nú, so er summarsteðgur í ensku kappingini frá miðjum mai mánaði, tí er hetta eisini ein kærkomin møguleiki hjá honum koma í dystarvenjing.
Rógvi spældi fyrr í vikuni við U-21 liðnum hjá Crewe, sum tapti 1-0 fyri Birmingham. Tað kom eisini eisini illa við hjá HB, at Andrew av Fløtum gjørdist illa skaddur í stórsteypadystinum móti EB/Streymi. Hóast Rógvi ikki er framherji, eins og Andrew, so skal hetta sambært HB.fo síggjast sum ein loysn upp á tann trupilleikan.