Ábyrgdarbýtið er vorðið eitt av kjarnuhugtøkunum í landinum. Arbeiðsbólkar við væl lærdum fólkum skriva frágreiðingar og politikarar verða potaðir við hesum ?problemum?, sum vantandi ábyrgdarbýtið gevur.
Ábyrgdarbýtið millum løgting og landsstýri, ábyrgdarbýtið millum land og kommunu, ábyrgdarbýtið millum privat og alment og sjálvandi ábyrgd landsstýrismanna.
Ábyrgdarbýtið skal vera greitt. Er tað ikki so, tá hava vit eitt problem. Í arbeiðsbólkum verður so fyrst skrivað ein ?problemformulering? og síðani skal ?problemið? loysast.
Men hvat er eitt problem? Fyri meg er tað ikki eitt problem, um SEV verður stýrt eftir einum leisti ella eftir einum øðrum leisti. Í tilverunnar margfaldi er oftast so mangt, sum við skilafólkum kann fáast at virka við skili. Fyri meg var tað eitt problem, um so var, at SEV ikki virkaði: um elveitingin var svikalig e.t.
Eftir hesi fatan er okkara nýtsla av orðinum ábyrgdarbýti eitt problem, tí tað virkar ikki. Tað ber ikki til at hugsa sær eina einstreingjaða ábyrgdarskipan ? hvørki teoretiskt ella praktiskt. Har vilja altíð vera eitt margfaldi av áhugamálum. Og millum hesi áhugamál, vilja oftast vera fleiri enn eitt, sum ikki kunnu liva við, at uppgávan ikki verður loyst.
Tí er tað ikki eitt einstakt brek við eini annars væl virkandi skipan, tá júst hesar einstreingjaðu ábyrgdarskipanir ein fyri og onnur eftir koma sær í stórar trupulleikar: um tað er ein stjóri, sum heldur, at alt ber til yvirfyri kundum ella starvsfólki ella tað er ein landsstýrismaður, sum uppførir seg tápuligt ella tað er fiskivinnan, sum ikki fæst at bera seg uttan studning.
Ábyrgdarbýti er ikki nakað vánaligt ella skilaleyst hugtak. Tað er ein stutt lýsing av tí veruleika, at hvør má røkja sín part av uppgávunum, sum skulu loysast í einum umbroytiligum heimi.
Tí hevur tað áhuga at spyrja eftir ábyrgdarbýtinum millum teknikarar og politikarar.
Hetta er ikki sørt áhugavert í hesum tíðum, meðan politikarar øðrumegin hava aðalorðaskifti um bíðitíðir á ferjuleguni í Leirvík og vantandi edv-skráir í Kunoyar kommunu og meðan teknikarar hinumegin lesa lógbøkur á ein slíkan hátt, at tingmenn ikki kenna seg aftur í umsitingini av teim málum, har teir hildu seg seta kós fyri stuttum.
Hvar er ábyrgdarbýtið millum teknikarar og politikarar? Hvør er leiðsluuppgávan hjá politikarunum og hvør er leiðsluuppgávan hjá teknikarunum?
Tekniskir politikarar:
Lat okkum taka ta einu síðuna fyrst: tá politikarar fáa tekniskar frágreiðingar at byggja eitt orðaskifti á. Hvør hevur nakrantíð hoyrt ein politikara siga, at eitt tekniskt rit ikki er vælaverk? Um tað er kommunuálitið, samferðsluálitið, ES-álitið, oljuálitið ella annað álit er líka mikið. Hesi eru vælaverk. Hvat annað skal politikarin siga? Ja, sjálvt fíggjarlógaruppskotið tað eina árið ?lá væl í hondunum?, hóast fáur fataði, hvat í stóð.
Eitt er, at politikarar lata sær slíkt lynda. Men hvørjar tekniskar leiðslur standa aftanfyri. Leiðsluuppgávan hjá teknikarunum er at borðreiða við teim høvuðsspurningunum og høvuðsalternativum, sum politikarar hava signalerað eru týðandi. Hetta er ein fortreyt fyri, at politikarar kunnu seta kós.
At vera professionellur teknikari í politiskum høpi er ikki at skriva lærubókina av. Tað er ikki at føða politikarar við millumrokningum og øðrum ?imponatorum?. Ein professionellur tekniskur leiðari megnar at lurta eftir teim politisku signalunum og burturúr tí fáa teknikk, sum politikarin kennir aftur.
Gloppið millum tað tekniska og tað politiska skal vera har, men hendan gjógvin skal ikki vera so stór, at politikarar kenna so lítið aftur, at teir tosa um ?reint professionelt? og ?politiska veruleikan?, sum tvey heilt atskild hugtøk. Tá er neyvan talan um professionelt arbeiði ? og politikur verður smávegis krotusmíð.
Politikarar kunnu eisini falla í eina grøv, at leggja seg eftir tekniskum smálutum, hóast tekniska forarbeiðið er væl úr hondum greitt. Eg má viðganga, at eftir 13 ár í almennari umsiting, so eru mínar royndir ikki ringar í so máta.
Politiskir teknikarar:
Ein professionellur teknikari vil ikki snara orðunum hjá politikarunum soleiðis, sum teknikarin politiskt kundi hugsað sær tey. Tá pilkar hann burturav ábyrgdini hjá. Tá spælir teknikarin politikari og maktsnaringin er væl á veg.
Hendan snaringin kann fyrikoma á so mangan hátt. Vit hoyra nú so javnan kjak í løgtingi og landsstýri um, hvussu lógir skulu tulkast. Tað fyrikemur ikki so sjáldan, at løgtingspolitikarar ikki kenna aftur umsitingina av teim lógum, sum teir hava viðtikið.
Tað ber sjálvsagt til at koma einum parti av hesum til lívs við eftirliti, soleiðis at løgtingið fær eina størri umsiting, sum kann hava eftirlit við tí, sum landsstýrið leggur fyri. Hetta er óheppin gongd. Í fyrsta lagi er hetta kostnaðarmikið fyri okkara lítla samfelag og í øðrum lagi verður hetta ongantíð meir enn næstbest.
Maktsnaring er eisini møgulig ígjøgnum tær upplýsingar, sum politiska skipanin fær ella ikki fær. Í sambandi við verandi skipan millum miðfyrisiting og stovnar hevur t.d. fíggjarnevndin ongan formellan møguleika til at síggja uppskot og viðmerkingar frá stovnunum. Hesin veruleiki er ein beinleiðis ábending um vilja til slíka maktsnaring.
Ein annar møguleiki, sum teknikarin hevur at maktsnara, er ikki at leggja byrðar á seg sjálvan. Um teknikarin kastar allar byrðar av sær yvir á landsstýrismann ella løgting, so finst ikki tann politiski ryggur, sum kann bera.
Byrðarnar eru so mangar, og teknikarin eigur at bera sín part. Dømini um, at almennir stjórar hava kastað frá sær hesi seinnu árini, eru mong, uttan at eg fari at kasta nøkrum einstøkum hetta fyri í hesi grein.
Eg óttist...
Eg beri ongan ótta fyri politiskum forfalli. Tað skulu veljararnir nokk hava tamarhaldið á. Eg óttist forfallið í embætisstættini, forfallið í teknisku skipanini.
Eg óttist teknikarar, sum krógva seg aftanfyri nøgd av óviðgjørdum informatiónum. Teknikarar, sum ikki vilja ella megna at lyfta hesar informatiónir upp á eitt hægri kunnleikastøði, sum politiska skipanin kann seta kós eftir.
Eg óttist teknikarar, sum krógva seg aftanfyri formella ábyrgd uttanfyri teir sjálvar.
Eg óttist teknikarar, sum við vøkrum orðum seyma keisarans nýggju klæði uttan at nakar torir at tala at: ?tí hetta sær so ?professionelt út? ?.
Eg óttist floymin av amatørismu, sum einki hevur við cand. polyt, cand. polit, cand. jur ella annað hent at gera, men sum í høvuðsheitum hevur við uppgávubýtið millum teknikarar og politikarar at gera, umframt sjálvsagt evnini at handfara fakið við skili.
Og tó er hesin ótti ikki so grundfestur, at eg ikki havi enn betur álit á politisku skipanini at hon, hóast vánalig líkindi, megnar at gjøgnumskoða støðuna.
Eisini er tað ein uggi, at tann størri parturin av ólukkuni ikki stendst av ringum vilja, men av tí, at fólk ongar royndir hava.
Eg hómi eina vón
fyri framman:
Í okkara demokratisku skipan hevur fólkið valt eitt parlament, sum skal seta kós.
Landsstýrið og skipanirnar undir landsstýrinum skulu umsita ta kós, sum er sett ? røkja gerandisdagin og fáa setningin útintan í verki. Hesar skipanir skulu eisini tekna kort, føða løgtingið við nýggjari heimsfatan, nýggjum møguleikum og amboðum til at seta kós av nýggjum.
Í eini slíkari demokratiskari skipan, sum virkar í einum so lítlum og viðkvom-um landi sum Føroyum, er tað av størsta týdningi, at ábyrgdarbýtið millum teknikarar og politikarar er greitt. Hetta setir serliga krøv til teknikarar, sum í væl størri mun enn politikarar liva í freistingini at klípa burturav uppgávuni hjá hinum partinum.
Tíðin er helst búgvin til at viðgera hesar spurningarnar. Málið í sambandi við Landsverkfrøðingin er ein royndarsteinur hjá politikarum, har teir í verki kunnu vísa, hvat teir vilja.
Møguleiki er fyri at hála stovnin niður í sama díkið av amatørismu, sum vit síggja so manga staðni. Hetta kann gerast á ymiskan hátt antin við at niðurbróta leiðsluna ella við óhepnum bygnaðarligum broytingum.
Politikarar hava eisini ein positivan møguleika. Helst tann seinasta í hesum umfari. Teir hava møguleikan at gagnnýta fimmti ára royndir, sum føroyingar hava lagt lunnar undir til føroysk viðurskifti millum føroyingar í Føroyum ? uttan tó at vera heimføðingar.
Politikarar hava møguleikan at lata hesar royndir styðja eina burðardygga endurskapan í tí føroyska almenna sektorinum. Politikarar hava møguleikan at lata royndirnar styðja undir ein bygnað, ein leiðsluhátt, sum viðførir ein almennan sektor, sum megnar at flyta seg, tillaga seg broyttum umstøðum ? bæði í framgongd og í afturgongd.
Vit á stovninum vita, hvør førningur liggur á okkara herðum. Vit kenna okkara uppgávu og skulu nokk loysa tann tekniska partin av hesi uppgávuni. Vit kenna eisini tær duldu girndarkreftir, sum vilja oyða hendan førningin. Uppgávuna at halda hesum kreftum skák mát ? tekniskt, skulu vit nokk eisini loysa.
Ynskja politikarar veruliga at søpla tað dýra gullið, ynskja teir at vit skulu sleppa førninginum, so hava teir evsta myndugleika til tess ? og veljarans dómur er ov seinur til at forða tí. Vit kunnu tá bert drýpa høvur og siga ? ?å verden, verden?.
Eftir míni fatan er spurningurin um almenna fyrisiting ein aðalspurningur í sambandi við okkara evni at vera harrar í egnum húsi.
Tí er tað hugagott at leggja sær tey týðandi politisku signalini hesar seinastu vikurnar í geyma. Í sjónarringinum haldi eg meg hóma eina vón: eitt gott, lítið samfelag í miðjum Atlantshavi við nøkrum tíggjutals túsund íbúgvum, sum fáa til dagsins uppihald við modernaðari vinnu í tøttum samskifti við alheimin.
Er tann politiski viljin til staðar at vinna fram móti hesi vón, so eru teir teknisku møguleikarnir kortlagdir. Tað ber til.
Við hesum orðum verður tikið undir við, at ábyrgdarbýtið er týðandi hugtak. Um Telefonverkið loysir sína uppgávu í landsstýrishøpi og SEV sína í kommunalum høpi er neyvan nakað problem. Eitt veruligt problem er ábyrgdarbýtið millum teknikarar og politikarar.