Gongulagið er eyðkent, nú hann kemur oman eftir bønum. Ein lítlan plastikkbolla hevur hann í vinstru hond. Bollin er tómur; aftur í dag hevur seyðurin fingið kraftfóður afturvið feita grasinum uppi á trøðni.
Sjeytiogátta ára gamli Levi Petersen í Hósvík, hevur vunnið sær sæti millum teir ítastu kapprógvararnar í Føroyum.
Víkamaðurin, ið varð uppfostraður á Selatrað, og seinni giftist til Hósvíkar, róði kapp í 34 ár.
? Men, sigur hann, eg havi ongantíð verið við at vunnið, fyrr enn nú í síðstuni?
? Aloftast vóru vit nummar tvey, tá vit róðu við teimum gomlu bátunum. Vit kappaðust altíð við Smyril úr Vági. Tað var ein deiligur bátur, og tá vit komu innímóti málinum, átti hann oftast munin, sigur Levi brosandi.
Noyðist at hyggja vekk
Í morgin fer Levi at hyggja at kappróðrinum á Sundalagsstevnu. Og tað er ikki sørt, at tað er við bivandi hjarta.
? Eg eri komin til tað resultat, at tá báturin kemur inn ímóti málinum, og tætt er ímillum teir fremstu; tá má eg hyggja vekk. Tað veit Gud, eg orki ikki at hyggja, altso.
Ikki fyrr enn hann hevur skotið, tori eg at hyggja, sigur Levi, og flennir so hjartaliga. Hann plagdi at standa niðri á sandinum, tá kappróður er.
Spurdur, um hann ætlar sær at gera nakað serstakt burturúr stevnuni um vikuskiftið, smílist hann kátoygdur.
? Tað plagar altíð at vera okkurt. Humørinum plagdi ikki at bila nakað á stevnunum, tað er sikkurt?og altíð hevur tað verið stuttligt. Stevna, sum illskapur stendst av, eigur ikki at verða hildin, tað er álvara?
Sleip var ikki neyðugt
Tey 34 árini, Levi róði kapp, hevur hann ongantíð ligið í aftara enda. Eina Ólavsøku minnist hann serliga væl.
? Vit róðu uttanfyri Molan. So segði hann; tá vunnu vit so grúuliga væl. Smyril var eisini við tá. Men tað sum var forferdiliga stuttligt var, at Greivin kom til okkara og teir spurdu, um teir ikki skuldu sleipa okkum út til startin. Men, tað helt eg ikki. Eg helt, at vit skuldu rógva út. Tað bleiv ein sovorðin látur, at tað var ógemoynt. Og ikki varð flent minni, tá vit vunnu grúuliga nógv á teimum.
Levi veit ikki at siga, hvør man vera besti báturin, Greivin, ella Falkurin, ið Levi sjálvur eigur. Sambært honum, er tað sami maður, ið hevur bygt báðar, so kanska er ongin munur á teimum.
? Eg haldi bestemt, at tað man vera manningin, sum ger munin. Tað ber ikki til at siga, at nakar bátur er betur enn nakar annar.
Rógva alt ov títt
Annars heldur Levi, at nógv er broytt í føroyskum kappróðri.
? Teir gomlu høvdu ikki hetta her við at liggja og títta í tíð og ótíð. Noy, noy, noy, tað bleiv róð ein hampuligur róður allan vegin. Vissi tað stóð bara um síðsta tak, so kundi tað vera, at teir vóru eitt sindur títtari, men tað var eisini tað heila. Bekkatøk og sovorðið, tað var ikki fyrr.
? Eg snakkaði við Arngrím inni í Fjørð í Kollafirði, ið plagdi at rógva við Greivanum. Hann segði, at hetta við at rógva kapp; ja, teir ungu duga ikki at rógva longur. Teir liggja og títta og títta og pøsa seg upp. Hatta er ikki at rógva kapp. Nei, segði Arngrímur, tá teir róðu, tá róðu teir ein langan og seigan. Hetta her við at títta er so kort síðani komið. Eisini hetta við at venja. Vit vandu ongantíð meir enn fjúrtan dagar. Nú venja teir næstan alt árið.
? At menn, sum arbeiða noyðast at liggja soleiðis hvørt kvøld, tað er hopisleyst. Teir halda tað ikki út. Arbeiða allan dagin, og so út at rógva um náttina..? Hatta ber ikki til, heldur undangongumaðurin í kappróðrinum í Hósvík, Levi Petersen, avgjørdur fyri.
Avhald gjørdi munin
Nú á døgum er vanligt, at bæði royki- og rúsdrekkaforboð er millum kappróðrarfólkið.
Hóast tað ikki varð hugsað so nógv um tílíkt á døgum Levis, ivast hann ikki í, at tað ger mun.
? Eg veit at tað ger mun, tí hattar hava vit prøvað. Eitt annað árið áðrenn Ólavsøku, legði eg manningini eina við, at teir skuldu leggja av at roykja. Jú, teir játtaðu. Dekan í fari, altso; tað er ongantíð, sum eg veit um, at báturin hevur gingið so gott. Tá vit komu inn á Molan, lógu vit nummar 5, men tá segði eg við teir, at teir mundu minnast til, hvussu teir høvdu pínt seg sjálvar fyri hendan róðurin, við at leggja bæði eitt og annað av. Nú munnu vit prøva, um tað hevur virkað nakað. Teir tóku so á, og eg skal siga tykkum; báturin var leysur heilt undir toftubekk. Halgadoy, hann gekk. Tað var ógemoynt, hann gekk, altso?
Asfaltið oyðilegði meg
Levi heldur tað vera ein stóran bita at svølgja, tá Sosialurin vil hava hann at siga frá, hvat hann hevur tikist við sítt langa lív.
? Á, Jesus pápi, ikki? eg havi verið í Íslandi og fiska. Eg var ikki meir enn 14 ár, tá eg fór á sjógvin. Eg sigldi øll krígsárini. So havi eg verið á hvalastøðini við Áir í nógv ár, ja vælsignaður, líka til alt fór fallitt. Tá teir so komu ígongd aftur, kom eg eisini aftur og var flensari. Annars hevur mann altíð fjasast við okkurt.
? Eg arbeiddi hjá Landinum í fjúrtan ár; í asfaltinum. Og tað oyðilegði meg; tað er onki at snakka um tað. Fullstendiga, altso. Vit royndu at fáa ein súgvara at taka støvið, men tað var sum Harragud veit. Tað einasta vit fingu beskeð uppá var, at vildu vit ikki vera har, ja, so skuldu vit bara fara. Men eg fór ikki allíkavæl, sigur Levi og yppur øksl, meðan hann sigur, at hann síðani endaði á sjúkrahúsinum.
? Teir á hospitalinum søgdu við meg, at eg var asfalteraður innan av royki. Ein danskari kom eisini at hyggja uppá meg, og eg spurdi hann, um mann kundi doyggja av tí svarta roykinum. Tá groyn hann. Hann segði onki. Hann bara groyn?
Báturin seldur
Gerandisdagurin hjá Levi Petersen gongur millum seyðirnar, hann hevur uppi í Gerði. Umframt heimalambið, hevur hann seks seyðir, og teir verða væl røktaðir. Einar tríggjar ferðir um dagin er hann hjá teimum. Hevði hann ikki teir at ganga til, ivast hann í, um hann hevði fingið nakað av skafti yvirhøvur. Fyrr var hann javnan í fjørðinum og dróg sær okkurt kóki upp, men tað er ikki longur.
? Eg gjørdi nógv við tað fyrr. Men, so eldist mann og verður vánaligur til gongu, og so søgdu teir nei, at eg skuldi ikki í bát, sigur gamla kappróðrarkempan flennandi.
? Eg bað teir so bara selja bátin; tað er onki at goyma hann til. Nei, skal eg siga tykkum, eg seldi hann sjálvur, og so var tað liðugt. Annars haldi eg tað, at tá mann fer á sjógvin; ja, tað vísir seg, sum mann fær eitt nýtt lív...Tað veit Gud, tí veitst, av sjórámanum. Tað haldi eg bestemt. Mann mennist aftur, tá mann fær eitt sindur av sjógvi uppí andlitið?
Vit hava staðið við garðaliði omanfyri húsini hjá Levi og práta. Portrið er væl afturbundið, men Levi fær knossa seg yvirum. Seyðurin hevur fingið sítt, og nú skal røktarin eisini hava sítt. Hann fer oman at fáa sær døgurða. Tá hann hevur fingið sær hvíld eftir døgurða, fer hann til gongu niðanaftur til tey fýrføttu?