Hóast 100m-teinurin í renning er ein hin best umtókti innan allan frælsan ítrótt yvirhøvur og er kendur kring allan heimin, so hava Føroyar síðani Heina Hátún fyri góðum 10 árum síðani ikki átt ein somikið kvikan rennara, sum eitt nú møguliga kundi bjóðað øðrum av á hesum stutt-teininum í oyggjaleikahøpi.
Men henda bíðitíðin er eftir øllum at døma við at vera av. 20 ára gamli Rói Holgarsson úr Vestmanna hevur eina serliga gávu. Hann rennur skjótt – ógvuliga skjótt. Sum lítil varð bitið merki við kvikleika hansara, og tað kom serliga til sjóndar tá ið hann spældi hondbólt. Tá ið hann legði hondbóltin til síðis sum 15 ára gamal, meldaði hann seg á sjálva 16 ára føðingardegi sínum til stuttleika til 100m og 200m-teinarnar í FM. Men tað var eingin serlig føðingardagsgáva, hann gav sær sjálvum. Hann endaði aftastur í báðum teinunum.
Síðani er nógv vatn runnið í ánna og Rói Holgarsson venur nú seks ferðir um vikuna við fremsta felagnum í Danmark innan frælsan ítrótt, Sparta. Tíðirnar á 100m-teininum eru nú somikið góðar, at hann av álvara hóttir níggju ára gamla metið hjá Heina Hátún, umframt at hann hevur runnið kravtíðina til oyggjaleikir á Bermuda næsta summar. Har er málið gull.
Rann í hondbóltsskóm
Rói Holgarsson er uppvaksin í Vestmanna sum næstyngstur av einum systkinaflokki, ið telur fýra – hann eigur eina yngri systur og tveir eldri beiggjar. Ítróttur hevur altíð ligið familjuni nær, og í hondbóltsbygdini Vestmanna var tað eisini hondbólt, sum Rói íðkaði sum lítil. Her varð lagt merkis til kvikleika hansara, og tá ið hann sum 15 ára gamal gavst við hondbólti, fór hann at venja styrkisvenjing í hálvtannað ár og lyfti eitt nú 161 kilo í bonkpressi.
Kvikleiki hansara skuldi tó hava ein møguleika afturat.
- Eg fór til stuttleika at luttaka í FM í sprint sum 16 ára gamal, tann dagin eg fylti 16 ár. Eg rann 100m og 200m, men endaði aftastur í báðum. Eg hevði ongantíð runnið í kapping áður og brúkti hondbóltsskógvar í staðin fyri píkaskógvar, so eg hugsaði, at eg mátti fara at klára tað betur eina aðruferð og byrjaði at venja sprint av og á, greiðir Rói frá.
Og jú, sanniliga kláraði hann tað betur árið eftir, tá ið hann - aftur í hondbóltsskóm - rann seg til silvur í 100m til FM fyri ung.
Føroyameistari
Fyri tveimum árum síðani stóð Róa í boði at rógva við Vestmenningi. Eisini her var Rói ein sannur sprintari og var bestur á manningini á 500 metrum, men einans miðal á 2000 metrum, sum teinurin hjá 10-mannaførum jú er.
- Tá fann eg út av, at eg var ein sprintari og ikki nakar langteina rógvari, sigur Rói, sum av álvara hálsaði um til renningina.
- Eg keypti mær píkaskógvar hetta árið og gjørdist føroyameistari á 100m. Síðani havi eg vant nógv sprint og havi betrað um tíðina hjá mær ígjøgnum árini, men eg havi havt nógvar steðgir vegna skaða, serliga skinnabeinsbruna, sigur Rói.
Hóast smáskaddur, so rann hann FM í 100m í 2011 og 2012. Hann vann gull í báðum førum og er tískil føroyameistari trý ár á rað.
Venur dúgliga
Rói er fyri stuttari tíð síðani fluttur til Danmarkar, har hann gongur á Danmarks Tekniske Universitet í Kongens Lyngby. Venjingarumstøður hansara eru framúr góðar í fremsta danska felagnum innan frælsan ítrótt, Sparta.
- Eg venji seks ferðir um vikuna. Eg havi tørv á einum frídegi fyri ikki at ovurstreingja beinini. Venjingin byrjar við upphiting í einar 40 minuttir, har m.a. verður joggað 2km, dynamiska útstrekking, koordinatiónsvenjingar, ferð-økingar á 80m við øktari ferð eini 3-4 ferðir. Síðani verður farið til intervallini, sum verða lagað til so hvørt sum eg venji skjótleika ella úthaldni, sigur Rói um venjingar hansara.
Krevur nógv
Tá ið runnið verður á 100m í kapping, verður hetta avgjørt upp á skamt omanfyri 10 sekund. Tað er sera lítið í mun til venjingina hjá Róa, sum er seks ferðir um vikuna og ímillum tveir og tríggjar tímar hvørjaferð. Tískil er stórur munur á hvussu nógv tíð liggur aftanfyri venjingina í mun til tíðina í kappingunum. Tað merkir tó als ikki, at tað krevst minni.
- Tað sum krevst fyri at gerast ein góður sprintari, er í høvuðsheitum styrki, teknikkur og eitt sindur av sprint-úthaldni, men eingin kondi skal til yvirhøvur. Eins og við øllum øðrum ítrótti, so krevst nógv tíð, ein venjing varir jú ímillum tveir og tríggjar tímar, so tað skal vilji til at brúka somikið nógva tíð. Tá ið ein rennur 100m, skal fokus vera í toppi, tí ein lítil villa kann kosta eina heila kapping. Tað krevst at halda høvdið kalt og ikki at hugsa um kappingarneytarnar, greiðir Rói frá.
Vil hava oyggjaleikagull
Sum ítróttarfólk flest hevur Rói sett sær eitt mál – og tað er eitt stórt mál, tó als ikki órealistiskt.
- Mítt mál til síðstu kappingina í ár var at klára oyggjaleikakravið, og tað gekk sum tað skuldi. Eg rakti dagin, og tað var super. Mítt næsta mál er at vinna gull á Bermuda. Vinnarin síðsta ár rann 10.80, so tað skal nógv venjing til at koma frá 11.37 og niður har. Sjálvandi ætli eg mær eisini at vera kvikastur í Føroyum nakrantíð, men tað kemur av sær sjálvum, um eg skal hava møguleika at vinna Oyggjaleikir 2013, sigur Rói.
Einans ein rennari á 100m við hvítum húðarliti, nevniliga Christophe Lemaitre úr Fraklandi, hevur megnað at runnið undir 10.00. Stendur tað til Róa, so verður hetta talið innan rúma tíð økt til tveir.
- Langtíðarmálið er at koma undir 10.00, um alt gongur sum tað skal. Ein skal serliga ansa eftir skaðum í sprinti, tí tað kostar nógva tíð at venja uppaftur. OL-kravið er 10.18 á 100m, og tað er betri enn danska metið, vísir Rói á í mun til at renna seg til OL.
Brøkpartar telja
Tá ið teinurin verður avgjørdur innan somikið fá sekund, galda smálutir og hvørjir einastu brøkpartar av einum sekundi. Hetta er Rói fullgreiður yvir og venur hart eftir at røkka tindunum. Eitt met, sum er krav at seta fyri at at røkka hesum, er persónliga metið. Persónliga metið hjá Róa er í løtuni 11.37. Hann nærkast støðugt føroyska metinum hjá Heina Hátún frá 2003, sum er 11.27.
- Tað er eitt realistiskt mál at taka hetta metið til næstu føroysku kapping, sum verður næsta ár, um líkindi eru til tess, sigur Rói.
Eitt krav fyri at eitt met skal galda, er, at rennarin ikki hevur havt meiri enn 2,0 m/s av undanvindi.