Rói vann Talent 2016

Margarinfabrikkin hevur í dag skipað fyri talentkapping fyri børn úr triðja til sætta flokk. Hetta er ein kapping, sum Margarinfabrikkin hevur skipað fyri í nøkur ár, og aftur í ár sluppu børnini at royna seg á pallinum.

 

 

Í ár høvdu 13 bólkar og einstaklingar teknað seg til, men tá alt var av, var tað Rói í Ólavstovu, sum varð róptur vinnari. Hann fær eitt gávubræv á 1000 krónur. Fýra dómarar vóru at døma kappingina, millum annað Sakaris, sum stendur seg væl innan tónleik. Rói Ólavson vann kappingina. Hann sang sangin All of Me hjá John Legend. Hann spældi sjálvur gittara til sangin.

 

Salua Manai, stjóri í margarinfabrikkini sigur við in.fo, at hetta er ein kapping, sum tey skipa fyri, fyri at styrkja sjálvsáltið hjá børnunum.

 

-Hetta er við til at menna teirra egnu førleikar. Vit leggja dent á at geva hvørjum barni eitt gott upplivilsi, so tey styrkja sítt sjálvsálit, fortelur hon.

 

 

Kappingin gongur fyri seg á tann hátt, at børnini framføra tað, tey hava fyrireikað seg uppá. Næstan altíð er tað sangur, dansur ella fimleikur. Tá tey eru liðug, fáa dómarararnir orðið, og teir fortelja hvat teir hildu um framførsluna. Tá øll hava framført, fara dómararnir til síðis, og avgera hvør skal vinna. Vinnarin verður síðani avdúkaður og fær vinningin.

 

 

-Børnini elska at koma uppá pallin og framføra. Tey eru ikki smæðin og duga sera væl. Teimum dámar sera væl at vísa úrslitið, sum tey hava arbeitt ímóti, endar hon.