Räikkönen vann í Fraklandi

Massa hevði fyrimun við fyrstu byrjunarstøðu í fransku formil 1 koyringini, meðan Räikkönen byrjaði í triðju støðu, aftan fyri bretska stjørnuskotið Lewis Hamilton í McLaren Mercedes. Men Räikkönen hevði eina óvanliga góða byrjan, og fór beinanvegin framum Hamilton, ið liggur á odda í HM-kappingini. Liðfelagin hjá Hamilton, tvífaldi og núverandi heimsmeistarin Fernando Alonso, hevði tøkniligar trupulleikar í kvalifiaktiónini í gjár og byrjaði tí í tíggjundu støðu.

 

Massa lá á odda heilt til seinasta pittsteðgin, tá Räikkönen, ið var tvey umfør longur á breytini áðrenn steðgin, megnaði at koyra sera skjótt hesi umførini, nóg skjótt til at sleppa framvið liðfelaganum.

 

Koyringin var merkt av tøttum nærdystum, serliga stríddust Nick Heidfeld og Giancarlo Fisichella manliga, fyri at halda Fernando Alonso aftan fyri seg, og hetta megnaðu teir eisini, soleiðis at Alonso ikki fekk frægari enn sjeynda pláss frammanfyri Jenson Button, ið fekk fyrsta stigið fyri Honda í ár. Robert Kubica á fjórða plássi megnaði at gera eitt megnar come-back eftir ógvisliga óhappið í Montreal, ið noyddi hann at sita uttanfyri í Indianapolis.

 

Lewis Hamilton royndi sum ein av bert tveimum koyrarum í dag, at hava tríggjar pittsteðgir í mun til tveir, ið flestu koyrararnir valdu. Men hetta broytti ikki hansara støðu munandi, og hann endaði koyringina á triðja plássi,

 

Úrslit franska formil 1 koyringin

Nr. Navn Bilur Úrslit Stig

1 Kimi Räikkönen Ferrari vinnari 10 stig

2 Felipe Massa Ferrari +2.4 sekund 8 stig

3 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes +32.1 sekund 6 stig

4 Robert Kubica BMW +41.7 sekund 5 stig

5 Nick Heidfeld BMW +48.8 sekund 4 stig

6 Giancarlo Fisichella Renault +52.2 sekund 3 stig

7 Fernando Alonso McLaren-Mercedes +56.5 sekund 2 stig

8 Jenson Button Honda +58.8 sekund 1 stig

9 Nico Rosberg Williams-Toyota +68.5 sekund

10 Ralf Schumacher Toyota +1 umfar

11 Rubens Barrichello Honda +1 umfar

12 Mark Webber Red Bull-Renault +1 umfar

13 David Coulthard Red Bull-Renault +1 umfar

14 Alexander Wurz Williams-Toyota +1 umfar

15 Heikki Kovalainen Renault +1 umfar

16 Takuma Sato Super Aguri-Honda +2 umfør

17 Adrian Sutil Spyker-Ferrari +2 umfør

 

Givnir

- Scott Speed STR-Ferrari +15 umfør

- Christijan Albers Spyker-Ferrari +42 umfør

- Anthony Davidson Super Aguri-Honda +69 umfør

- Jarno Trulli Toyota +69 umfør

- Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari +70 umfør