Róin Siggertsson sum rockidol

- Hetta kann fara at gerast rættiliga stórt fyri meg, sigur vestmenningurin Róin Siggertsson, ið er ein av luttakaranum í sjónvarpssendingini "Rockidoler" á TV3, har tónleikarar kappast um at gerast partur av einum rockbólki.

Nýggi trendurin í donskum sjónvarpið er at geva fólki møguleikan at blíva stjørna upp á fimm minuttir. TV2 valdi í sendirøðini "Popstars" fýra út av tveytúsund vónríkum gentum og gjørdi tær til vælumtókta gentubólkin IQ. Í sendirøðini "Modeljagten" á TV3 royna hundraðtals fólk av gøtuni at gerast topmodellir, og í "Stjerne for en aften" á DR fáa sangarar ein møguleika at senda sína tónleikakarrieru ímóti stjørnunum.
Nýggjasta skotið á stammuni er sendingin "Rockidoler" á TV3, har eitt plátufelag, ein produsari og ein royndur tónleikari skulu samanseta ein rocbólk útav teimum 550 tónleikarunum, ið hava sent ein demofløgu inn til sendingina.
Burturúr teimum mongu, ið sendu fløgur inn, eru tredivu teir dugnaligastu tónlkeikarar valdir út at luttaka í sendirøðini.


Gongur skjótt
Ein av hesum tredivu tónleikarunum er vestmenningurin Róin Siggertsson, ið seinastu árini hevur verið búsitandi í Danmark. Fyrsti partur av "Rockidoler" varð send á TV3 týskvøldið, og har sást at Róin Siggertsson varð væl dámdur millum dómararnar. Sjálvur er Róin eisini rættiliga væl nøgdur við luttøkuna.
- Tað líkist bestemt ikki mær at melda meg til eitt sovorði reality-show. Men genta mín og vinmaður min James Olsen fingu yvirtalað meg í síðstu løtu. Tá eg hoyrdi frá TV3 aftur hevði eg longu avgjørt, at eg ikki hevði hug at luttaka kortini, men tá fólkini aftanfyri sendingina høvdu ringt til mín í fimm dagar, hvøvdu tey fingið yvirtalað meg, og so gekk leiðin til kasernuna í Vordingborg, har sendingarnar blivu tiknar upp, greiðir Róin Siggertsson frá.
Síðan tá hevur tað gingið skjótt, og hann er nú staddur á tí mest spennandi stað í sínum tónleikalívi higartil. Meira sleppur hann ikki siga um hvussu luttøkan í "Rockidoler" hilnaðist. Sigur hann meir, kann hann vænta sær endurgjaldskrav frá fremleiðaranum av sendingini.
- Hetta kann fara at gerast rættiliga stórt fyri meg. Tað kann eg so siga uttan at avdúka nakað, heldur Róin fyri.


Sjónvarpið hevur maktina
Tey sonenvdu "reality showini", sum Big Brother, Baren og Popstars eru annars ikki tað, sum fær Róin Siggertsson at leggja seg framman fyri sjónvarpinum.
- Eg eri snøgt sagt troyttur av hesum reality showunum, har fólk eru við fyri at blíva kend og annars leggja líka í um tey gerast poppstjørnur ella sjónvarpsvertir. Úrslitið er at standardurin í tónleikabransjuni lækkar. Tað er langt úti at miðlarnir hava so stóra makt, men tað vísir seg at vera torført at sleppa undan, sigur Róin Siggertsson.
Spurdur um hann ikki hevur eitt sindur ringan smakk í munninum nú hann sjálvur trýnir fram á danskar sjónvarpsskíggjar í einari líknandi sending, er hann skjótur at svara.
- Nei. Eg geri hetta fyri at koma fram við mínum tónleiki. Vit kunnu væl brokka okkum um at tað í størri og størri mun eru talentleys fólk, borin fram av miðlunum, ið mynda tónleikavinnuna. Men tá tað vísir seg, at sjónvarpið hevur maktina og í stóran mun kann stýra, hvør kemur fram her í verðini, so má man fara har, sum sjónvarpið er, sigur Róin Siggertsson.


Kendur aftur
Róin Siggertsson upplivdi longu áðrenn fyrsta sendingin varð varpað út á TV3 at verða kendur aftur á gøtuni, tí fólk høvdu sæð hann í einari lýsing fyri sendingina.
- Tað er heilt løgið, tí eg eri bara eg, og tað fari eg eisini at vera akkurát tann sami, um hetta førir til nakað stórt, sigur Róin.
Hann upplivir hóvastákið kring seg bæði sum nakað eitt sindur ræðandi og samstundis sum eina viðurkenning av hansara tónlistarligu dygdum.
- Eg havi havt mítt egna studio her í Keypmannahavn og arbeitt intensivt við tónleiki nú í tvey ár, og havi ofta hugsa nær í verðini eg fór at fáa nakað aftur. Tað er í ferð við at henda nú, haldi eg, sigur Róin Siggertsson, ið verður at síggja aftur komandi týskvøld á TV3.