Ræðist ikki hundar longur

Hvørja ferð Jona Sølvia sá ein hund, gjørdist hon bangin, stívnaði og fór at gráta. Eisini sjálvt um hundurin var í bandi ella innan fyri eina girðing. Í dag torir hon at vitja inni hjá familju og vinfólki, har hundur er í húsinum.

Í fleiri ár kundu styttri túrar oman í kioskina ella yvir til vinkonuna blíva til langar, kringlutar gongutúrar fyri 10 ára gomlu Jonu Sølviu, sum býr í Saltangará. – Øll hennara tilvera varð stýrd av óttanum fyri hundum, og tí valdu vit at gera nakað við trupulleikan nú. Soleiðis greiðir mamman, Selinda í Heiðunum, frá, og gleðist um, at dóttirin er sloppin av við sína fobi.

Óttin fyri hundum gjørdi gerandisdagin óvanliga truplan hjá Jonu Sølviu, fortelir mamman:

- Hon tordi ongantíð inn í hús, har hundar vóru. Hon gekk ofta langar umvegir fyri at sleppa undan hundum og var í heila tikið árvakin, tá hon gekk úti.

Selinda heldur, at óttin stavar frá tí ferðini, tá dótturin sum 4 ára gomul upplivdi, at ein hundur kom ímóti henni og hoppaði upp og vildi spæla. Hóast hundurin ikki var illur í sær ella nakad, so var hendingin ein sannur skelkur fyri Jonu Sølviu, heldur Selinda:

- Eftir hendingina varð tilveran hjá gentuni stýrd av óttanum fyri hundum. Vinfólkini, sum høvdu hund heima við hús, máttu altíð koma inn til okkum at spæla, tí Jona Sølvia tordi ikki inn til teirra.

Mammuni gjørdist skjótt greitt, at Jonu Sølviu hevði tørv á hjálp, tí jú eldri dótturin bleiv, jú størri bleiv trupulleikin við ræðsluni fyri hundum. Selinda hevði frætt um tankafeltviðgerð, og fyri fáum vikum síðan fór hon við Jonu Sølviu til Jegvan Z. Bæk, sálarfrøðing, fyri at dótturin skuldi fáa eitt vanligt lív aftur. Og viðgerðin gekk væl, fortelir Selinda:

- Tey bæði prátaðu, og Jona Sølvia lærdi at brúka bankiteknikkir og at siga setningar, tá hon sær hundar og verður bangin.

At viðgerðin hevur hjálpt 10 ára gomlu gentuni, er lítil ivi um. Hóast hon onkuntíð ræðist hundar, sum hon ikki kennir, so er gerandisdagurin blivin nógv lættari:

- Nú tori eg væl inn til míni vinfólk, sum hava hund, og eg tori eisini at kína hundum, sigur ein fegin Jona Sølvia.