Forsíðan í Sosialinum í vikuni var ræðandi. Ein hestur er píndur til deyða.
Ein ung genta hevur sorg, og pápin, sum ikki er ættaður úr Føroyum, verður
enn einaferð píndur av tonkunum um, at hann sum muslimur ikki verður
góðtikin av øllum í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðan fekk hann kiosk sína í Runavík
brenda í grund. Motivið var hevnisøk.
At fólk gera seg tvær ferðir inn á sama mann er eitt álvarsligt mál, er talan um vanlig
herverk og brot á revsilógina, ógvuliga álvarslig. Men er motivið
átrúnaðarlig forfylging, fremmandahatur, so eru málini enn meira álvarslig.
So nartla tey av okkara støðufesti sum eitt framkomið modernað fólk í einum
demokratiskum landi.
Er talan um átrúnaðarliga forfylging og fremmandahatur, so eru vit lítið betri enn
yvirgangsmenninir í Ísrael, millitantir palestinar og teir mest víðgongdu jødarnar.
So eru vit lítið betri enn teir, sum sótu við róðrið, beint áðrenn bæði rændu
flogførinini brestu í World Trade Center 11. september. So eru vit lítið betri
enn teir indonesar, sum løgdu bumbuna á dansistaðið á Kuta Beach á Bali.
So eru vit lítið betri enn teir serbar, sum gróvu hópgravir á Balkan,
og syrgdu fyri at lívleysir kroppar kundu fylla tær. Verður fyrst
neisti tendraður til fremmandahatur, veit eingin, nær hann gerst til morð og brand.
Skammiliga hendingin í Vestmanna og niðurbrenda kioskin í Runavík
viðkemur ikki bara teimum, sum gerningin hava gjørt. Vit kunnu ikki bara seta
okkum aftur á og siga, at tað er gott, at vit ikki eru soleiðis. Hesar hendingar
viðkoma hvørjum einasta foreldri í landinum. Hetta eru føroyingar, hava fingið
krisitndómin inn við móðurmjólkini, uppaldir í einum kristnum skúla, uppvaksnir í
einum samfelag, ið kallar seg kristið við næstakærleika og toleransu sum høvuðsboðskapi,
íð hava framt hesa níðingsgerð. Foreldur eiga at læra síni børn, at Føroyar
eru eitt demokratiskt samfelag við trúarfrælsi og her hava øll rætt at liva
uttan mun til húðalit ella átrúnaðarliga sannføring.
Vit eiga sum kristið fólk ikki at ræðast muslimar. Og vit eiga at minnast til, at einki er bara svart ella hvítt, antin ella. Eins og tað finnast hóvligir og víðgongdir muslimar, finnast tað hóvlig og viðgongd kristin. Vit mugu stuðla teimum hóvligu. Islam hóttir ikki kristindómin hava tey kristnu skil í
egnum húsi. Annars má tað vera so, at allar religíónir skulu hava loyvi at liva lið um lið.
Telja vit saman, hvør er deyður í átrúnaðarligum stríði gjøgnum øldirnar,
so man vera minni munurin millum kristin og muslimar. Feskasta stórkríggið í
Europa á Balkan fyri 10 árum síðan var eitt kríggj íbirt og ført av
kristnum. Øll gera vit mistøk uttan mun til trúgv. Tað mest umráðandi er, at vit lurta og tolerera hvør annan og fyrigeva hvør øðrum. Men samtíðis mugu vit tala at teimum, sum ikki tolera, at onnur eru øðrvísi og hava aðrar meiningar og trúgv.
Sosialurin