Sveittar tú um allan kroppin, ristir og fært kvalmu, tá tú ert í einari ávísari støðu? Soleiðis kemur út úr tínari sjúkligu ræðslu:
Danski sálarfrøðingurin á DR1, Camilla Holst, vísur okkum á tíggju loysnir upp á, hvussu vit kunnu koma úr okkara sjúkligu ræðslu.
6. Ræðslan er 1000 ferðir ræðuligari enn veruleikin. Um tú ert bangin fyri froskar, kanst tú millum annað keypa tær ein gummifrosk og hyggja eftir myndum og filmum av froskum. Harvið fært tú eina vitan um froskar, ið minkar um ræðsluna.
7. Fá tær eina góða vinkonu/vinmann við tær, tá tú bjóðar ræðsluni av ? um ikki annað bara fyri at hava eina hond at halda í.
8. Royn at hava eitt trygt og hugnaligt umhvørvi rundan um teg, tá tú bjóðar ræðsluni av.
9. Royn at fara nærri tí, tú ræðist, meðan tú andar djúpt.
10. Tak eitt stev í senn, anda djúpt og sig pen ting við teg sjálva. Flyt fokusið, um tú fært tað ringt. Tú kanst eitt nú telja til hundrað. Ver rólig. Tá tú ert rólig aftur, so kanst tú nærkast tí, tú ræðist, enn meira. Ger soleiðis til tú fært nomið við tað.