Úr Japan til Suðurafrika

Plátufelagið Tutl dagførir í løtuni heimasíðuna, har tað fer at bera til hoyra brot úr føroyskum útgávum og gjalda við visakorti

Í 1997 læt heimasíðan hjá Plátufelagnum Tutl upp, og ta seinastu tíðina hevur felagið arbeitt við at dagføra møguleikarnar, sum ein slík síða gevur.
Tutl hevur nevniliga søkt Vinnumálaráðið um stuðul til útbreiðsluna av føroyskum tónleiki, og her er talan ikki bert tónleik frá Tutli, men allar útgávur, sum føroyingar hava luttikið á. Vinnumálaráðið valdi at sýna ætlanunum hjá Tutli vælvild, og í løtuni starvast Jónheðin Tróndheim, fyrrverandi tekniskur leiðari í SvF, við at leggja nýtt tilfar sum eitt nú styttri tónleikabrot á heimasíðuna.
Í Tutli leggja tey dent á, at nógv kompetent fólk søktu hetta starvið, og at tey tí vóru eini luksusstøðu, tá starvið skulsi setast.

Truplari at dagføra enn at stovna

Tað er nevniliga ikki nakar trupulleiki hjá fyritøkum í dag at fáa sær heimasíðu, men ofta er tað truplari hjá teimum at dagføra síðurnar, og tað er hetta sum Tutl hevur sett sær fyri ikki skal vera galdandi fyri tað føroyska plátufelagið.
Fyrr kundi tað nevniliga taka drúgva tíð at selja eina fløgu uttanlands. Neyðugt var nevniliga at gjalda við kekki, sum var dýrur at veksla, og tí hækkaði prísurin á tí keyptu vøruni eisini munandi. Nú hevur Tutl gjørt tað møguligt hjá viðskiftafólki at gjalda við Visakorti á heimasíðuni.
Kristian Blak, leiðari í Tutl, sigur, at heimasíðan serliga er ætlað trimum sløgum av viðskiftafólki. Hon er ætlað føroyingum uttanlands, sum ofta hava trupult við at fáa hendur á tí nýggjasta, sum er komið út av føroyskum tónleiki. Hon er somuleiðis ætlað útlendingum, sum kenna Føroyar, og sum eru í somu støðu, sum teir føroysku útisetarnir. Harafturat er hon ætlað fólki úti í stóra heimi, sum ikki kenna nakað til Føroyar, men sum frætta um oyggjalandið í t.d. útlendskum fjølmiðlum, og hesum kundaskaranum hoyrir Tutl ikki so lítið frá. Plátufelagið hevur nevniliga selt fitt av fløgum í seinastuni til Týsklands. Millum fløgurnar, sum selja væl eru Grottokonsertirnar hjá Kristian Blak, sum serliga týskarar eru áhugaðir í, Týr, ið eru vælumtóktir í Íslandi, og Eivør Pálsdóttir, sum fyri stuttum varð umrødd í einum bretskum fólkatónleikarablaði, og hetta sæst aftur á søluni har á leiðum.
Kristian Blak sigur, at tað er sera torført at menna sokallaða fysiska distribitión úti í heimi, men at tann nýggja heimasíðan loysir hendan trupulleikan. Eitt nú hevur Tutl selt føroyskan tónleik til lond sum Japan og Suðurafrika, har fólk hava vitjað heimasíðuna.