Rík tjóð, ið blakar burtur milliónir?

At samgongan letur 20 mió. fara fyri skeyti er tragiskt, men hví fjølmiðlarnir lata hetta fara afturvið borðinum, er ein gáta.

Bill Justinussen og Jenis av Rana
??????
Meginpartin av várinum royndi Miðflokkurin at finna fram til, hví verandi samgonga broytti politisku avgerðina um at byggja miðnámsskúla í Vági- men allar royndir okkara vóru til fánýtis. Ístaðin fyri svar fingu vit uttanumtos, undanførslur og tøgn. Teir tríggir, sum tykjast standa aftanfyri avgerðina, løgmaður, landsstýrismaðurin í skúlamálum og sami í heilsu- og almannamálum, tykjast hava gjørt avtalu um at loyna sum mest av upplýsingum. Og avgerandi spurningar, sum ikki bert Miðflokkurin, men politikkarar sum heild, bæði úr andstøðu og samgongu, saman við fólki víða um hava fregnast eftir og spyrja, vilja teir tríggir ikki hoyra um at svara.

Hví?
Tá upplýsingar herfyri komu fram í fjølmiðlunum, sum vístu, at svar vóru til spurningar okkara, at landsstýrismenninir og løgmaður høvdu kunnleika, sum teir ikki bóru fram á Løgtingi, gjørdi Miðflokkurin vart við, at hesir harvið framdu greitt brot á stýrisskipan okkara. Eitt brot, sum í øðrum demokratiskum londum, og við virknum fjølmiðlum, hevði varpað teir út í myrkið.
Tá hendi bráddliga nakað. Tá var eingin trupulleiki hjá landsstýrismanninum í mentamálum at svara. Tað sigst, at fyrsta svar hansara, í útvarpinum, var ein hóttan um at draga manning Miðfloksins fyri rættin vegna ákæru okkara um, at landsstýrið hevði fjalt upp-lýsingar. Nú er jú eingin stuttleiki í at verða drigin fyri rættin, men kundi tað ført til, at teir settu spurningarnir vórðu svaraðir, ja so var tað prísin vert- mettu vit. So vit bíðaðu í tolni, kanska eisini av berum vana.
Viku seinni frættist meira, ikki frá ákæruvaldinum, men gjøgnum bløðini, har landsstýrismaðurin út í æsir váttar illgruna og- pástandir okkara um, at hann hevði upplýsingar í hópatali. Upplýsingar, sum hvørki vóru lagdir fram við løgtingsmálinum, ei heldur vóru brúktir at svara teimum ótaldu spurningum, sum settir vóru landsstýrismonnunum, mentamálaráðharranum íroknaðum, teir mánaðarnir, málið var viðgjørt á Løgtingi.
Í drúgvari blaðgrein vísir hann á, at hann longu 26. februar hevði tøka rúgvismikla frágreiðing frá arkitektavirki. Frágreiðing frá arkitekti, sum greitt tekur beinini undan t.d. fíggjarliga partinum av avgerðini um at flyta miðnámsskúlan og í staðin fyri byggja ellis- og umlættingarheim á økinum. Men tá tingfólk undir aðru viðgerð, gjøgnum álitið hjá andstøðutingfólki, fingu eitt lítið innlit í álvaran í uppriti arkitektavirkisins, m.a. upplýsingar um, at byggibúgvingin í porkerishaganum kann koma at kosta 12-14 mió, og at 9-10 mió longu vóru brúktar í Vági til onga nyttu, var eingin av landsstýrismonnunum ella løgmaður menn fyri at leggja sannleikan á borðið. Sannleikan um hví allar byggiætlanirnar í Suðri vórðu vendar á høvdið.
Var hetta í øðrum landi, høvdu fylgjurnar verið bráðar fyri avvarðandi landsstýrisfólk, men ikki í Føroyum. Her letur alt seg gera.

Hví?
Hví hættir hesin minst varni av landsstýrismonnunum sær alment fram við grein, sum avdúkar landsstýrið, váttar uppáhald Miðfloksins, og sum í øðrum londum hevði verið nýtt sum fellandi fyri teir?
Kann hugsast, at hetta torir tú, tann dagin tú kennir teg tryggan fyri teim eygum, sum vanliga eru vakin yvir okkum øðrum, eygunum hjá fjórðu statsmaktini, fjølmiðlunum?
Fólkaræði okkara er hótt, ikki bert av hesum málinum, men tíverri so mongum øðrum, sum ber á sama bógvin. Feskt dømi er, tá løgtingsmenn seinasta løgtingsdag kundu sita og atkvøða pening til egnan fyrimun, uttan at ein einasti fjølmiðil av álvara viðgjørdi málið.
Niðurstøða Miðfloksins er óbroytt. Vit hava eitt landsstýrið, sum fyri at yvirliva, nýtir hættir, sum í londum, har fólkaræði ræður, og har ein fræls pressa er virkin, høvdu verið óhugsandi.

p.s Annars rokna vit tað sum bera skemt, ella í besta føri sum eina misfatan, um landssyrismaðurin heldur, at løgtingsmenn skulu liggja og surfa á alnótini fyri at finna svar uppá teir spurningar, sum landsstýrismenn hava skyldu at svara teimum.