Ríkisfelagsskapurin á breddan

Í samstarvi við Politiken prenta vit hesa samrøðu, sum Bo Lidegaard, ábyrgarblaðstjóri á Politiken, hevur gjørt við løgmann. Eisini prenta vit søguliga lýsing av ríkisfelagsskapinum (á síðu 22-23), sum Thorkild Kjærsgaard, lektor, dr.phil, hevur skrivað fyri politikken.

Talan er um greinarøð í Politiken um ríkisfelagsskapin. Næsta mánadag prenta vit samrøðu við Kupiik Kleist, landsstýrisformann í Grønlandi, og annan mánadag samrøðu við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra í Danmark. Greinarøðin endar um fýra vikur við samrøðu við tey trý í sambandi við ríkisfundin í Nuuk í Grønlandi.