John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag
Føroyingar fara neyvan nakrantíð at gerast ES borgarar – tí er ríkisfelagsskapurin okkara portur til Evropa.
Tjóðveldisflokkurin skifti fyri kortum ham og stytti seg sjálvan til bara Tjóðveldi – eitt sera vakurt navn.
Samstundis vóru orðini loysing og fullveldi strikaði, sum fremstu mál flokksins og onnur meira tíðarhóskandi orð vóru sett í staðin – “altjóða samstarv” – “full ábyrgd” - “veruligt frælsi”.
Elsta politiska rørslan í Føroyum – Sambandsflokkurin – hevur í meira enn eina øld víst á ríkisfelagskapin, sum sterkasta amboðið fyri framtíðar menning av hesum samfelagnum – men hondina á hjarta – sjálvt sambandsfólk fóru at ivast tá bankakreppan leikaði harðast á fyrst í 90 unum.
Tað at vit komu heilskapaði undan bankakreppuni var fyrst og fremst okkum sjálvum fyri at takka – men tað var eisini ein hjálp at danska stjórnin til endans livdi upp til sína ábyrgd.
Og ikki at gloyma tey mongu sum stóðu við ongum í Føroyum - men funnu sær livilíkindi og eina framtíð í Danmark.
Føroyingar og ES
Kjakið um føroyar og ES er vorið alt meira sjónligt, og eitt nú hevur føroyska vinnulívið ferð eftir ferð víst á at stórar forðingar liggja í tí skipan vit hava í dag har Føroyar ikki eru partur av ES samveldinum.
Men soleingi fiskivinnan verður okkara høvuðsvinna er tað neyvan nakar sum trýr uppá, at føroyingar nakrantíð fara, at atkvøða fyri at gerast ES borgarar – tí eru Føroyar lítlubeiggi í ríkisfelagsskapinum – so eru vit pinka-lítlir í ES høpið.
Løgmaður og aðrir loysingarmenn hava víst á, at Føroyar ikki eiga at gerast limir í ES fyrr enn Føroyar gerast fullveldi.
Høvuðsorðsøkin skal vera, at um Føroyar gerast limir í ES, sum partur av Danmark – so fáa vit als onga ávirkan á politikkin, sum verður førdur út frá Bruxell.
Men spurningurin er um Føroyar, sum fullveldi høvdu fingið meiri ávirkan – tí hóast vit kanska høvdu fingið ein ES tinglim, so hevði ávirkan okkara á eitt nú fiskivinnupolitikkin hjá ES verið minimál – um føroyska røddin yvir høvður hevði gjørt seg galdandi.
Niðurstøðan er at líkamikið fullveldið ella ikki, so sleppur føroyska vinnulívið neyvan nakrantíð at gerast partur av innara marknaðinum í ES.
Ríkisfelagsskapurin 2007 og fram í næstu øld
Tað er eingin føroyskur politikari, sum í dag ikki hevur, sum mál at Føroyar skulu gerast fult sjálvbjargnar og til tess fáa vit vónandi ein einastandandi møguleika um ein nýggj oljuvinna tekur seg upp.
Ríkisfelagskapurin hevur tí fingið ein nýggjan møguleika – eisini í framtíðini at verða portur føroyinga inn í Evropa.
Føroyingar hava í dag ávirkan á danskan politikki tóat hendan ávirkan ikki altíð er so stór, sum vit kundu ynskt okkum, men hesa ávirkan eiga vit at brúka munandi meira fyri at føroyska samfelagið kann fáa betri atgongd til ES.
Ríkisfelagsskapurin verður tí borgan fyri altjóða samstarvið, fullari ábyrgd og veruligum frælsi – sum tað so flott eitur á heimasíðuna hjá Tjóðveldinum – nú teir endiliga stigu inn í nýggju øldina.
Mítt føðiland tað er ei stórt
Sum onnur lond,
Men so væl hevur Gud tað gjørt
Við síni hond,
At alla tíð tað til sín dregur
Hjarta mítt;
Tí rúm tað best í Føroyum hevur
At sláa frítt.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.
Soleiðis yrkti fyrsti formaður Sambandsflokksins Fríðrikkur Petersen langt áðrenn nakað tjóðveldið ella loysing vóru uppfunnin og ynski mítt er at okkara fólkavaldu síggja teir møguleikar - sum hetta samfelagið í dag hevur og duga at brúka teir fult út.