Tað er gott at búgva í Føroyum, og tað er gott at verða í ríkisfelagsskapi saman við Grønlandi og Danmark.
Umdømi og fíggingarmøguleikar er tengt at okkara kredittvirði í mun til umheimin.
Landstýrið hevur sett sær fyri, at gjalda ein part av uttanlandsskuldini, við at upptaka nýggj brævalán at gjalda við, hettar fyri at spara rentukostnaðir, og áðrenn at hava kannað møguleikarnir fyri at fáa rentu niður á núverðandi láni.
Fyri at gera hetta, ætlar Landsbankin saman við Nordea Bank Danmarka A/S, Kaupthing Føroyar, Føroya Virðisbrævameklarafelag og P/F og Norðoya Sparikassa at útskriva nýggj brævalán.
Tá vit so lesa inni á heimasíðuni hjá Landsbankanum treytir fyri láni av hesum slag, so leggja vit til merkis at sum í øðrum avtalum, so eru nakrar treytir, og nakrar uppsagnarfreistir frá báðum síðum, hettar er sjálvandi ikki óvanligt.
At útgevarnir av lánsbrøvunum tilskilað sær rætt at uppsiga brævalánið, um so er at kredittvirði hjá lántakara t.v.s Føroya Landsstýri verður "væsentlig forringet" og tað verður ítøkiliga nevnt at "kreditvirði hjá Føroyum versnar um Føroyar fara úr ríkisfelags-skapinum.
Allir føroyingar kunnu fara inn á heimasíðu hjá Landsbankanum og lesa treytir fyri hesum láni har stendur orðarætt í stykki 2.9 undir punkt soleiðis.
D)Hvis Landstyrets muligheder for at opfylde sine forpligtelser i forbindelse med "Obliga-tionslånet" bliver væsentlig forringet, eksempelvis som følge af en udtræden af Rigsfællesskabet med Danmark.
Aftur eitt dømi at okkara kredittvirði innan fyri ríkisfelagsskapin er størri enn uttanfyri, sum avleiðing merkir hetta, at vit í ríkisfelagsskapinum hava størri fíggjarligt frælsi.