Ríkisrættarligu viðurskiftini hava størst týdning

Borgarligu flokkarnir eru hugaðir fyri samstarvið við Javnaðarflokkin, meðan tað tykist vera kaldligt millum veljararnar hjá Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum

Veljararnir hjá teimum báðum flokkunum vinstru megin miðjuna, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, tykist lítið hugaðir fyri samstarvi.

Í nýggju veljarakanningini, sum Dimmalætting og Útvarp Føroya, hava latið gjørt, eru veljararnir spurdir um, hvønn flokk tey helst vilja hava sín flokk at samstarva við.

Næstan helvtin av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum ynskja samstarv við Sambandsflokkin, 22 prosent við Fólkaflokkin, og einans 11% svara Tjóðveldisflokkin.

Veljararnir hjá Tjóðveldisflokkinum peika eisini fyrst og fremst á ein borgarligan flokk. Heili 60% av teimum spurdu ynskja samstarv við Fólkaflokkin, meðan 15% vilja samstarv við Javnaðarflokkin.


Ynskja hvør sína loysn

- Spurningurin um ríkisrættarligu støðuna yvirskuggar tað mesta í løtuni, og har hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hvør sína áskoðan, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.

- Veljararnir hjá Javnaðarflokkinum taka ikki undir við politikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum, og hinvegin taka veljararnir hjá Tjóðveldisflokkinum ikki undir við okkara politikki, sigur Jóannes Eidesgaard.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir eisini á, at tað fer fram ein polarisering í føroyskum politikki orsaka av málinum um ríkisrættarligu støðuna.

- Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin fáa størstu framgongdina, og tað eru eisini flokkarnir, sum standa á hvør sínum veingi í málinum um ríkisrættarligu støðuna, sigur Jóannes Eidesgaard


Nøgdur

Hann er nøgdur við lítlu framgongdina hjá sínum flokki, hóast hann kundi ynskt sær størri framgongd.

- Ágangurin á Javnaðarflokkin og meg hevur verið stórur seinastu tíðina, so hóast vit hava gjørt nógv við tað hetta valskeiðið, so eri eg nøgdur við lítlu framgongdina, sigur Jóannes Eidesgaard.