John Johannessen
úr Keypmannahavn
Áhugin fyri fullveldisætlanini hevur verið stórur í Danmark síðani flogfari við løgmanni og teimum fimm landstýrisfólkunum, Høgna Hoydal, Helenu Dam á Neystabø, Karsteni Hansen, Signari á Brúnni og Jørgeni Niclasen lendi á flogvøllinum í Kastrup seinnapartin hósdagin.
Løgmaður og Høgni Hoydal hava báðir verið gestir hjá donskum sjónvarpsstøðum, har teir hava greitt frá fullveldisætlanini. Hóskvøldið var løgmaður gestur í sendingini Deadline hjá DR2 og fríggjamorgunin var Høgni Hoydal saman við fastur sínari, Anniku Hoydal, gestur í morgunsendingini Go? morgen Danmark hjá TV2.
Hvar fer blokkurin?
Spurningurin, ið gongur aftur, bæði tá føroyskir politikarar eru at hoyra í donskum fjølmiðlum og tá føroysku fjølmiðlarnir tosa við danan á gøtuni er, hvat ríkisveitingin verður brúkt til í Føroyum og um danir fáa nakað aftur av hesi peningaupphædd.
Tá løgmaður og Høgni Hoydal hava fingið hendan spurningin í donskum fjølmiðlum, hava teir greitt frá, at partur av fullveldisætlan landsstýrisins er, at Føroyar skulu gerast búskaparliga óheftar av Danmark.
Men fáast skal í lag ein búskaparlig skiftistíð, ið tryggjar føroyska búskapin fyrstu árini eftir, at Føroyar eru vorðnar sjálvstøðug tjóð. Hetta tykist vanligi danin á gøtuni ikki at skilja. Greiði boðskapurin úr Danmark er, at skulu føroyingar valda, mugu teir eisini gjalda. Teir síggja onga orsøk fyri, at danir framhaldandi skulu senda føroyingum pening, tá teir ikki longur eru partur av danska ríkinum.
Hesar hugsanir nerva kortini ikki landsstýrið. Landsstýrisfólkini siga seg øll hava væntað hesar útmeldingar. Tey vísa á, at tá hol veruliga er sett á samráðingarnar, verður støðan ein onnur.
Bondini verða
ikki kvett
Í sendingini Go? morgen Danmark vórðu Høgni Hoydal og Annika Hoydal millum annað spurd um, hví føroyingar brádliga ynskja at kvetta tætt knýttu bondini við Danmark.
Svarið til hendan spurning var tað sama, sum Høgni Hoydal fleiri ferðir hevur borðreitt við í Føroyum. Bondini skulu ikki kvettast. Harafturímóti skulu Føroyar og Danmark víðka um samstarvið landanna millum. Men talan skal vera um tvær sjálvstøðugar tjóðir.
Flestu danir siga seg heit greitt duga at síggja, at neyðugt er við tøttum samstarvi millum hesi bæði lond. Serliga hugsa danir um, at Føroyar hava brúk fyri Danmark, tá tað ræður um víðari útbúgvingar og heilsuverk. Men eisini duga nakrir danir væl at síggja, at Danmark eisini hevur havt fyrimunir av Føroyum. Í hesum sambandi verður millum annað tosað um hernaðarstøðir hjá NATO í Føroyum.
Men kortini vísa danir á, at tað hevur verið ein trygd hjá Føroyum at havt hesar hernaðarstøðir. Var NATO ikki í Føroyum, var kanska onkur annar har, siga eygleiðararnir frá donskum fjølmiðlum, Sosialurin hevur tosað við.
Danskir fjølmiðlar ætla at fygja væl við ríkisrættarligu samráðingunum, hóast nógv orka fyri tíðina verður brúkt til málið um evruna.