Rækjuskipini flóta tungt

Tey sjey føroysku rækjuskipini eru so illa fyri i dag, at spurningurin
er um tey hóra undan fíggjarliga.

Trupulleikar

Hetta ásannaðu formaðurin í Felagnum Rækjuskip, Johan Joensen,
landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og
grannskoðarin, Jóhan Martin Jacobsen, í sendingini Føroyar í Dag í
Útvarpinum hálvan mars.

Stjórin á rækjuvirkinum á Oyri, Sofus Poulsen, legði afturat, at fara
fleiri skip av knóranum, fær virkið álvarsligar trupulleikar, tí virkið
kann ikki virkað rækjur úr "triðja-londum" við vinningi.

Tað merkir, at øll rækjuvinnan á sjógvi og á landi er í trupulleikum.

Veðskuldin hjá rækjuskipunum tilsamans er annars ikki so stór, um 222
mió.kr. Harafturat kemur onnur stuttfreistað skuld, tilsamans 36 mió.kr.
Skulu rækjuskipini avdraga einar 22 mió.kr. árliga, táttar árligi
fíggjartørvurin í 60 mió.kr. Hetta klára tey ikki, tí raksturin er
tungur í løtuni.

Um landsstýrið fer at hjálpa vinnuni við eini kreppuhjálp, veldst um
arbeiðið hjá eini skjóttarbeiðandi nevnd, staðfesti Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í sendingini. Henda útsøgnin bendir á, at hann fer at
velja nevndina.

Løgtingið samtykti 8. apríl at heita á landsstýrismannin at velja
nevndina við tí endamáli at kanna fiskirættindi hjá fjarfiskaflotanum og
koma við uppskoti um burðardygga skipan fyri allan fjarfiskiflotanum.

Skal standa á egnum beinum
Í svari til Felagið Rækjuskip í januar í ár noktaði landsstýrið at
stuðla rækjuflotanum.

Grundgevingin hjá landsstýrinum var, at samgonguskjalið sigur, at
"Fiskivinnan skal standa á egnum beinum uttan almennan stuðul". -Tí er
avrátt ikki at veita rækjuflotanum stuðul, svaraði Anfinn Kalsberg,
løgmaður.

Felagið metti annars støðuna at vera rættiliga álvarsama, tá felagið í
juni í fjør skrivaði til landsstýrið, at "verða ikki munagóð stig tikin,
verður rækjuflotin fyri slíkum bakkasti, at tað er sera ivasamt, um vit
hava ein rækjuflota í framtíðini".

Rækjuflotin hevur sum heild havt rættiliga stór hall seinastu trý árini.
Hvussu stórt hallið var ífjør er ikki gjørt upp enn, men í 2001 var
hallið 34 mió.kr. og í 2000 var tað slakar15 mió.kr.

Hesi bæði árini kláraðu bara tvey skip seg nøkurlunda, men ífjør høvdu
helst øll skipini hall, vísa leysligar metingar hjá grannskoðarum.

Seinastu árini, rækjuflotin hevði avlop, vóru 1998 og 1999, tá úrsltini
vóru 5 og 24 mió.kr. Men árini frammanundan góvu eisini hall.

Fýra skip hava givið skarvin yvir síðsta árið og nú eru sjey skip í
flotanum: Kviltenni, Sólborg, Høgifossur, South Island, Artic Viking,
Ocean Castle og Sjúrðarberg. Men rækjuvirkið hevur keypt Kappan og hann
fer væntandi til fiskiskap í mai.

Rækjuprírnir lækkaðir og oljuprísirnir hækkaðir
Orsøkinar til trupulleikarnar hjá rækjuvinnuni eru fyrst og fremst, at
rækjuprísirnri eru lækkaðir nógv seinastu árini, samstundis sum
oljuprísirnir eru hækkaðir.

Harafturat stakk tann trupulleikin seg upp fyri tveimum árum síðani, at
kanadiskir myndugleikar noktaðu føroyskum skipum at leggja veiðuna upp í
Kanada, tá tey royna vestanfyri. Skipini noyðast tí at sigla heim við
veiðini og missa fiskidagar.

Rækjuskipini selja um helvtina av veiðini - stívliga 9000 tons - til
rækjuvirkið á Oyri. Restina selja skipini gjøgnum danskar sølufyritøkur.

Fyri trimum árum síðani - á vári 2000 - kundi rækjuvirkið gjalda
skipunum 11,95 kr. í meðal fyri kilo. Eitt ár seinri var prísurin
fallin niður í 10,78 kr. Fyri einum ári síðani var hann farin heilt
niður í 8,19 kr. Og nú kann virkið bara lata úr 6 upp í einar 8 kr. fyri
kilo.

Størstu rækjurnar kundu sum liðug vøra seljast fyri meira enn 50 kr.
fyri kilo síðsta heyst. Í dag fær virkið bara einar 35 kr. fyri kilo.

Ein orsøk til, at prísurin er lækkaður so nógv, er, at bæði kanadiumenn
og grønlendingar hava hækkað sínar kvotur. Tann nógva rækjan á
marknaðinum elvir til lægri prísir.

Harafturat kemur, at kinverjar hava ikki keypt so nógvar rækjur sum
roknað varð við. Sjúka hevur eisini borið við sær, at japanar hava
hildið aftur.

Fyri fáum árum síðani brúktu tey størru rækjuskipini kanska fyri fýra
mió.kr. í olju um árið, men nú er ikki óvanligt, at tey brúka einar átta
mió.kr. í olju. Alt hevur tí gingið á skeiva borðið.

Fleiri uppskot um hjálp
Felagið Rækjuskip nevnir í skrivi til Føroya Landsstýri fleiri
møguleikar at hjálpa rækjuflotanum:

*FAS-líknandi skattaskipan
*Oljustuðul
*Flutningsstuðul
*Ferðaseðlastuðul

Harafturat hevur felagið borið upp á mál, at landsstýrið rindar ella
rindar ein part, tá rækjuskipini keypa kvotu í grønlendskum sjógvi, tí
skipini fiska á fjarum leiðum uttan at nakað verður latið aftur fyri í
heimasjógvi.

-Tað er ikki tí, at Felagið Rækjuskip vil hava, at skipini skulu hava
stuðul. Men gamalt var í Føroyum at hjálpa, tá ástóð, og nú stendur á
hjá rækjuskipunum, segði Johan Joensen í Føroyum í Dag.

Formaðurin í Felagnum Rækjuskip legði dent á, at talan skal bara vera um
tíðaravmarkaða hjálp.

Men í fyrstu atløgu svaraði landsstýrið noktandi. Nú er spurningurin, um
tann skjóttvirkandi nevndin, sum landsstýrismaðurin skal seta, kemur til
ta niðurstøðu onkursvegna at stuðla rækjuskipunum.

Hevur týdning
Rækjuvinnan hevur og hevur havt stóran búskaparligan týdning, staðfesti
landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.

Um 200 mans eru knýttir at skipunum, sum ífjør veiddu 19.000 tons av
rækjum. Útflutningsvirðið var oman fyri 230 mió.kr.

Harafturat eru eini 75 ársverk knýtt at rækjuvirkinum á Oyri, sum seldi
rækjur fyri 123 mió.kr. Rækjuvirkið kann nærum bara dúva upp á føroyskar
rækjur, tí handilsavtalan við ES er ikki rækjuvinnuni til vildar.

Fer útflutningurin upp um 3000 tons, skulu 20 prosent rindast í tolli.
Sami tollur skal rindast fyri rækjur frá skipum úr "triðja-londum".
Fíggjarliga loysir tað seg tí ikki hjá virkinum at keypa rækjur frá
skipum úr "triðja-londum".

Rækjuvinnan kastar eisini annað av sær til føroyska samfelagið -
viðlíkahald, proviant, olju, tryggingar og annað - men hvussu nógv er
ikki greitt.

Hetta fæst at vita í næstum, tá ein kanning um samfelagsliga árinið hjá
rækjuvinnuni, sum Felagið Rækjuskip letur gera, verður liðug.