Kerry Packer, sum átti avstralsku fjølmiðlafyritøkuna Channel Nine og fleiri sjónvarpsstøðir, doyði annan jóladag. Hann var 68 ára gamal.
Kerry Packer byrjaði sítt fjølmiðlavirksemi við kvinnublaðnum "Women's Weekly", og nú hann doyði., átti hann umleið 60 prosent av øllum bløðum og tíðarritum, sum koma út í Avstralia. Hetta virksemi hevur kastað so nógv av sær, at sambært Forbes-tíðarritinum var hann nummar 94 í yvirlitinum yvir heimsins ríkastu menn. Harafturat var hann ríkasti maður í Avstralia.
Kerry Packer doyði í heimi sínum í Sidney eftir drúgva krabbameinssjúku, skrivar tíðindastovan AP.