Vit vilja hervið vísa á okkara ónøgd og á avleiðingarnar av ætlanunum, um ikki at lata B6 upp aftur fyrr enn í januar 2011.
Avleiðingar fyri sjúklingin
Ætlaðu sparingarnar hava stórar avleiðingar fyri sjúklingin. Fyrst og fremst má havast í huga, at pláss ikki er fyri øllum sjúklingunum á tveimum deildum - tað hevur summarfrítíðin týðiliga víst, við at sjúklingar hava ligið á gongini nærum hvønn dag (onkuntíð uppí 3-5 sjúklingar). Hetta skapar sera keðiligar etiskar støður millum røktarstarvsfólkið, sjúklingarnar og familjur teirra. Sum dømi kunnu nevnast doyggjandi sjúklingar. Óetiskt er at lata hesar sjúklingar liggja á gongini, og ikki er altíð møguligt at tøma eina 3 songsstovu til teirra. Eisini kunnu vit nevna, sjúklingar sum liggja á gongini við t.d diarré, hvussu niðurgerandi tað er fyri sjúklingin og ikki minst smittuvandin.
Eisini ger plásstrotið, at tað ikki altíð er rúm tøkt til álvarsligar samrøður millum lækna, sjúkling og avvarðandi. Tagnarskyldan kann verða ring at yvirhalda, tá stovugongd er á gongini.
At vit sum røktarstarvsfólk ikki kenna til sergreinirnar hjá hinum deildunum, sum vit nú skulu á, verður avleiðingin tann, at góðskan av sjúkrarøktini verður ikki nøktandi og gongur út yvir sjúklingatrygdina. Eisini má vandin fyri eldsbruna havast í huga.
Avleiðingar fyri røktarstarvsfólkið
Seinastu árini hava tær medisinsku deildirnar verið fluttar runt og lagdar saman, til stóran ampa fyri okkum starvsfólk. M.a. hava B6 og B7 verið á E2/E3 frá apríl til november í fjør vegna umvælingar. Hetta hevur verið sera óheppið fyri trivnaðin og fakligu menningina hjá starvsfólkunum. Í vár var aftur planlagt, at B6 og B7 skiftivís skuldu halda frí/lata aftur heilidagarnar (páskir, hvítusunnu o.s.fr.) fyri at avspáka. Vit gingu við til hetta fyri at sleppa undan at skula spara í endanum á árunum.(!)
Fríggjadag, sama dag ið B7 skal lata aftur, bleiv endalig avgerð tikin kl 15.00, at tað ikki kundi lata seg gera, tí tað vóru ov nógvir sjúklingar. Úrslitið varð, at B6 starvsfólk máttu arbeiða yvir og B7 starvsfólk aftur mátti biðast at koma inn til arbeiðis. Fyri stutta skotbráðið skuldu tey hava eyka løn, og hetta er ikki eindømi. (Hvat er tá spart ?).
Hetta vísir okkum á, at tað ikki letur seg gera at planleggja at afturlata eina medisinska deild, tí so eru ov fá seingjarpláss.
Á B7 eru 15 seingjarpláss, á B8 eru 13. Royndirnar frá summarfrítíðini vístu, sum áður nevnt, at tað dagliga vóru 3-5 sjúklingar á gongini. Hettar setur okkum starvsfólk í ymiskar etiskar tvístøður, við tað, at vit skulu avgerða, hvørjir sjúklingar skulu liggja á gongini og hvørjir skulu fáa pláss á eini stovu. Eisini fer nógv tíð við at flyta sjúklingar, sum liggja á gongini og gerast vánaligir inn á songjarstovu, og oftani má berast skjótt at. Hettar setur okkum eisini í keðiligar støður, har vit mugu forsvara, bæði fyri sjúklingi og avvarðandi, hví ávísur sjúklingur er betri skikkaður at liggja á eini songjarstova enn ein annar. Nevnast kann eisini, at tað bert eru 5 baðiverilsi til sjúklingarnar á B7, og hettar viðførir, at vit mugu raðfesta, hvørjir sjúklingar hava størstan tørv at sleppa á wc.
Samanleggingar og flytingar, serliga seinastu 3 árini, hava ført við sær stóran stressfaktor fyri okkum starvsfólk. Vit verða ótrygg, vit verða ikki spurd um, hvat vit halda og meina, ikki kunnaði nóg væl og hetta kann viðføra sjúku og stress. Eisini eru starvsfólk á B6 blivin uppringd og kunnaði um hesa spariætlan undir teirra summarferiu (ein summarferia sum tær ikki sjálvar hava planlagt, men er áløgd teimum), hesa summarferiu merkja tær nú at verða avbrotna.
B6 er ein vælfungerandi deild, har røktarstarvsfólkið javnan roynir at menna seg fakliga. T.d kann nevnast, at tær sjálvar hava fingið gjørt tvær palliatiónsstovur til doyggjandi krabbameinssjúklingar. Hetta er nakað, røktarstarvsfólkið sjálvi hava stápla upp á beinini, og er ikki komi sum uppskot/ætlan frá leiðslunar síðu, men er blivið til veruleika, orsakað av nøkrum eldsálum.
Tað er stór synd at lata eina deild sum B6 syndrast vegna sparingar. Og koma sparingarnar eisini at hava stóra ávirkan á hinar medisinsku deildirnar.Tí eitt er skjótt at blíva samdur um, og tað er, at arbeiðsgleðin hvørvur fullkomuliga, tá tað skal arbeiðast undir so vánaligum umstøðum, og samstundis loyvir hetta okkum ikki at mennast fakliga.
Eisini verður brúkt nógv tíð, serliga í kvøldvaktunum, at tosa við og vegleiða sjúklingar sum hava eina opna innleggjan (sjúklingar við krabbameini, sum antin eru palliativir ella í aktivari kemoviðgerð).
At lata B6 aftur restina av árinum, fer eisini at ávirka næmingar á heilsuskúlanum og lesandi á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Vit fara ikki at hava umstøður til at hava hesi í starvsvenjing.
Á medisinska deplinum hevur hvør deild sínar sergreinar, sum krevur serliga vitan um røkt og viðgerð. Hetta ger, at hvør deildin sær hevur røktarstarvsfólk, sum eru fakliga kompetent til teirra sergrein, og tí er trupult at yvirtaka sergreinar hjá hvørjum øðrum.
Eisini kann nevnast, at ambulantu viðgerðartilboðini gerast fleiri, økist innleggingartørvurin vegna hjáárin av viðgerðini. Og hetta sýnist ikki at verða tikin hædd fyri í fíggjarætlanini á medisinska deplinum.
Visjónir og virðir á Landssjúkrahúsinum
Í 2009 bleiv visjónin hjá LS løgd framm. Um tú lesur hesa visjón og hyggur at hvørji berandi virðir skullu verða á LS, so kann hendan sparingin ikki verða meira í andsøgn við hesa visjón. Til dømis kann nevnast, “At sjúklingurin skal verða í miðdeplinum, vit vilja veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi kanning, viðgerð, røkt og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey ið varða av”. Og “vit skulu kenna, at vit arbeiða á einum góðum arbeiðsplássi, ið veitir dygga og álítandi tænastu. Vit skulu trívast í arbeiðsumhvørvinum og kenna, at okkara arbeiði verður virt og okkara førleikar gagnnýttir”.
Um ætlanin ikki at lata B6 upp aftur fyrrenn í januar verður veruleiki, ja so skal øll visjónin gerast av nýggjum.
Vónandi verður hetta bræv tikið í stórsta álvara.
E.S Eintøk av hesum brævi er sent til deildarleiðararnar á B5,B6, B7 og B8 og til ovastu leiðslu.
Eintøk verða eisini send til fjølmiðlar.