Rókur á Fløtum Jespersen, Rasmus Nolsøe og Páll Mohr Joensen hava allir gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við HB. Rókur Jespersen er toppskjútti hjá HB í Formuladeildini higartil í ár. Hann hevur skotið 12 mál. Páll Mohr Joensen hevur verið nógv umtalaður í sambandi við kærumálið hjá HB í steypakappingini, men hann hevur eisini skorað 10 mál og spælt væl fyri HB. Rasmus Nolsøe er verjuspælari, sum eisini er góður frísparksskjútti.
Nú hevur HB so tryggjað sær undirskriftirnar hjá teimum á nýggjar tvey ára sáttmálar