Róm ? kaos og mentan hvørt um annað

Allir vegir føra til Róm. Um so er ella ikki, skal ikki verða sagt her, men eitt er vist: Róm er ein býur, ið má upplivast

Róm ? tann ævigi býurin. »Síggj Napoli, og doyggj!« verður ofta sagt, men ein kann eins væl siga »Síggj Róm, og doyggj!«. Eitt heilt lív í Róm er ikki nóg mikið til at síggja allan býin, so tú kanst ímynda tær, at tað eru 10 dagar verri enn so heldur ikki.
Søgnin sigur, at teir báðir tvíburarnir, Romulus og Remus høvdu krígsgudin Mars sum pápa, og mamma teirra var ein latínsk prinsessa. Tann latínski kongurin var bangin fyri, at tvíburarnir fóru at taka trúnuna frá honum, og legði teir tí í eina kurv og sendi teir avstað oman eftir Tiberánni. Kongurin væntaði sjálvandi, at dreingirnir fóru at doyggja, men ein hon-úlvur fann Romulus og Remus og gav teimum sína mjólk at drekka. Skjótt aftaná tók ein hirði teir til sín og aldi teir upp sum sínir egnu synir. Dreingirnir svóru, at teir skuldu byggja ein bý, har teir vórðu eftirlatnir sum børn. Romulus og Remus tóku hvør sín heygg og gjørdust leiðarar í einum nýggjum býi. Klandur stóðst burturúr og Romulus drap Remus. Palatine gjørdist síðani miðdepilin í einum nýggjum býi, sum varð kallaður Róm.

HM-fótbóltur

Italia er eitt mat-land, eitt mentanarland, eitt mótaland og ikki at gloyma eitt fótbóltsland. Fótbólturin hevur nógv at siga í Italia, og ein og hvør italumaður, ið vil verða kallaður ein maður, hevur eitt fótbóltslið, sum hann heldur við.
Italia hevur eisini eina ta sterkastu fótbóltsdeildina í heiminum. Spælarar sum Ronaldo og Zidane hava spælt í Seriu A í Italia. Og ikki at gloyma nakrar av sterkastu fótbóltsleikarunum í heiminum í dag sum Totti, Del Piero, Maldini og so framvegis. Italienarar ganga ógvuliga høgt upp í fótbóltsmentanina. Tá eg var niðri í Italia hesuferð, var HM í fótbólti upp á tað hægsta. Men vónbrotið hesaferð var stórt. Italia kom ikki longur enn í áttandapartsfinaluna, har teir taptu 2-1 ímóti Suðurkorea. Hetta hendi sama dag, eg kom til Italia. Flogið varð til Milano, og av tí, at eg eri fødd í Suðurkorea, var tað alt annað enn ein heit móttøka, ið bíðaði mær í Italia. Fyrsta skotið kom longu á tokstøðini. Har skuldi eg keypa ferðaseðil til Róm, men maðurin innan fyri lúkuna helt ikki, at hann vildi selja mær nakran ferðaseðil eftirsum eg var úr Korea. Sjálvandi var tað bara tvætl, men tá kom ein veruliga at merkja, hvussu dygt tapið var. Og ikki nóg mikið við tí. Ofta róptu italienarar ? serliga mannfólk - »Corea di merda!!« eftir mær, sum merkir »Lorta Korea«. Men ikki tí. Hetta varð bara tikið við einum smíli.

Onki riggar
Um tú ætlar tær at ferðast í Italia, mást tú fara við tí í huga, at tað er sjáldan, at nakað riggar sum tað skal. Her verður hugsað um bussar, tok og alla almenna samferðslu sum heild. Ongin ferðaætlan er til bussarnar í stórbýunum. Um tú ætlar tær við einum bussi, so er bara at fara á steðgiplássið og biðja til, at onkur bussur kemur innan fyri stutta tíð. Og um ongin bussur kemur, so er bara spell. Lítið nyttar at klaga, tí flestu italienarar eru vanir við, at soleiðis er tað bara.
Og um tú skalt verða óheppin, so skalt tú vera tað við manér. Teir fáu dagarnar eg var í Róm, vóru tvey verkføll. Annað byrjaði ein morgunin klokkan átta og endaði klokkan fimm seinnapartin. Men tað var ikki bara ein og hvør, sum var farin í verkfall. Tað vóru tey, ið arbeiddu í undirgrundarbreytini og tey, sum koyrdu bussarnar. Og tá tú býrt í útjaðaranum av býnum nyttar tað hvørki eitt ella annað, tá hesir miðlarnir fara í verkfall. So henda dagin var ikki nógv annað at gera enn at taka klappstólin útum og fáa eitt sindur av sól. Tað bar um ikki annað væl til, tí hitastigini vóru eini 40 henda seina dagin í juni.

Mentan
Nógv er at síggja í Róm. So nógv, at tað er ongin møguleiki at koma ígjøgnum alt. Fyrst á dagsskránni vóru Piazza di Spagna og Fontana di Trevi.
Piazza di Spagna har tær sponsku trappurnar eru. 138 trin uppeftir. Við ovara endan á trappunum sært tú ein egyptiskan obilisk, har kirkjan Santa Trinitá dei Monti er í bakgrundini. Henda kirkjan varð bygd í 1494. Við niðara endan á trappunum er Fontana di Barcaccia, sum Pietro Barniini hevur gjørt.
Alt umráðið sum tað er, er kent um allan heimin fyri allar teir ymsu handlarnar av »made in Italy«. Nógvir eru handlarnir, sum selja italsk mótaklæðir sum Armani, Versace, Valentino og so framvegis.
Tær sponsku trappurnar eru vanligt fyltar við ferðafólkum. Har noyðist ein at taka ta obligatorisku myndina við endan á trappunum og kirkjuni Santa Trinitá dei Monti í bakgrundini.
Fontana di Trevi er tað kendasta gosvatnið í Róm. Arkitekturin Salvi gjørdi tað í 1735 undir embætistíðini hjá Clemente II. Myndirnar, ið eru høgdar út, fortelja um ymiskar hendingar. Tíggjutúsundtals ferðafólk vitja gosvatnið um dagin, og tey kasta øll ein mynt í vatnið. Søgnin sigur, at um tú gert soleiðis, kemur tú heilt vist aftur til Róm einaferð í lívinum. Gosvatnið er eisini vorðið kent í filminum »La dolce vita« hjá Federico Fellini.
Er tað nakað, sum veruliga er ósjarmerandi við Róm, so er tað tey mongu ferðafólkini. Nú er tað kanska ikki júst upp á sítt pláss at grenja um hetta, men tað vísir seg at vera nakað, ið misprýðir býin. Veit ikki hví, men tað er nakað keðiligt yvir ferðafólkum ? turistum. Tú sært hesi fólkini við stórum ryggsekkum ganga við einum korti í hondini og hyggja upp í luftina. Kenslan verður bara, at hesi fólkini eru bara komin til Róm fyri at koma til Róm, og ikki fyri at síggja nakað og rættiliga njóta býin. So uttan ferðafólk høvdu gøturnar í Róm verið fleiri ferðir betri at gingið ígjøgnum.

Vatikanið
Tá ferðast verður í Róm, er ringt at finna útav, hvat tú skalt raðfesta hægst. Býurin hevur nógv at bjóða, og ringt er at skyna ímillum, hvat tú fert at angra tú ikki sást og hvat tú so megnaði at síggja. Men eitt er vist. Tú hevur ikki verið í Róm uttan tú hevur verið í Vatikaninum og savninum har.
Prýðingin av slottinum og av tí Sixtinska kapellinum inniheldur eina einastandandi samling av málningum frá renaissansuni. Frá tíðini tá mentanarrákið veruliga tók dik á seg og til tað varð búgvið í seinnu helvt av 16. øld. Angelico, Perugino, Botticelli, Signorelli og Pinturricchio í 15. øld, Raphael, Michaelangelo, Giulio Romano, Perin del Vaga og ein rúgva av øðrum listarmonnum úr 16. øld, hava eftirlatið teirra meistaraverk á veggunum í slottinum.
Nakað heilt serligt er at trína inn í Sixtinska kapellið. Har ganga vaktarmenn dagin langan og fólk sita á gólvinum og allastaðni har til ber at sita og skoða verkini uppi undir loftinum og á veggunum. Boð verða í heilum givin um, at tað er ikki loyvi at tosa hart inni har, og annars so sleppur tú ikki inn í fornminnissavnið uttan so at tú ert hampuliga ílætin. Tað verið seg, at tú skalt vera í onkrum, sum kemur niðurum herðarnar , og er kjólin ov stuttur sleppur tú heldur ikki inn.
Tá tú kemur út úr Sixtinska kapellinum, skalt tú so at siga bara fylgja múrinum. So kemur tú til San Pietro ? ella Sankta Pæturs torgið. Her er Pæturskirkjan, haðani nógvir føroyingar fylgja midnáttarmessuni hjá pávanum jólaaftan.
Pávin hevur búð her síðani 1377. Kirkjan, sum nú stendur har, stendur á leivdunum av upprunakirkjuni. Eini kirkju, sum varð dedikerað Pæturi, og her er grøvin hjá lærusveininum eisini.
Kúpan, sum tú kanst síggja fleiri staðni í býnum, stýrir útsýninum í Róm. Michaelangelo hevur teknað hana, og Fontana og Della Porta hava ført verk hansara til lívs, og er kúpan ein av teimum kendastu bygningunum í heiminum.
Í Sankta Pæturskirkjuni er tað sama galdandi sum fyri Vatikanfornminnissavnið. Tú sleppur ikki inn uttan tú ert nóg væl ílætin og tú noyðist at ganga ígjøgnum eitt portur, sum tryggjar, at tú ikki ber nøkur vápn uppi á tær áðrenn tú fert inn.
Og sjálvandi ? tað ber ikki til at standa ímóti freistingini, so noyðist tú eisini at senda eitt postkort úr Vatikaninum, keypa frímerki og sleppa tí í tann gula postkassan.

Colosseum
Tey ungu í Róm koyra á skutarum og prutlum. Løgreglan har gongur ógvuliga høgt upp í, at tey, ið koyra ella sita á skutaranum eru ílatin hjálm. Um annar situr á uttan hjálp, verður hann revsaður við eini stórari bót.
Um kvøldarnar gera tey ungu nógv av at fara út. Piazza di Spagna, Piazza Venezia og onnur torg eru afturvendandi møtistøð hjá teimum ungu. Síðani verður farið út at eta pizza ella kanska drekka eina øl.
Tær smølu gøturnar í Róm eru fullar av pizzariaum og barrum. At fara biltúr í Róm er nakað, ið als ikki kemur upp á tal. At koyra í Róm er sum at fiska í wc-kummuni. Tað ber ikki til. Um tú ætlar tær fram, mást tú ikki smæðast. Floytan er nú tín besti vinur, og um nakar vágar sær at koma í nær námind av tær, so er bara at trýsta væl og leingi. Nógvir vegir eru framvegis av tigulsteinum, sum vórðu brúktir, tá hestavognarnir herskaðu í gøtunum í Róm. Og hetta fer eisini illa vil bilunum, og ger tað keðiligt at koyra.
Sjálvt um tað krevur nógv mót at skula koyra bil í Róm, so krevur tað ikki meira enn helvtina at vera ferðafólk í bilinum. Sjarmerandi er tað hóast alt ? at síggja, hvussu fólkini rópa ímillum sín í bilunum ? skelda ella spyrja um veg.
Eftir ein biltúr og ein túr á skutara hevur tú sæð Róm frá einum heilt øðrum sjónarhorni enn til gongu. Nakað, ið má upplivast!
Piazza di Venezia, sum er eitt møtistað hjá teimum ungu, stendur við føturnar á Kapitolium og »Altare della Patria«. Tann stóri dominerandi bygningurin er gjørdur av marmor, og í miðjuni eru ymiskar bronsustandmyndir saman við messingrelieffum.
Onkur minnist kanska, hvussu Mussolini stóð á Piazza di Venezia og rópti yvir stóru mannfjøldirnar.
Colosseum. Nógv av okkum hava sæð teknifilmin, har tað er Obelix, sum brýtur Colosseum, og er hetta eitt av eyðkenninum av stóra milliónahøvuðsstaðnum í Italia. Rætta navnið á Colusseum er Anfiteatro Flavio, men øll kenna tað við navninum Colusseum.
Colosseum varð bygt í ár 72 fyri Kristav Vespasian og varð gjørt liðugt átta ár seinni av soni hansara, Titus. Colosseum kann samanberast við okkurt stórt ítróttarstadion frá okkara tíð, sjálvt um sýningarnar har vórðu nógv øðrvísi enn sýningarnar í dag.
Rómverska fólkið savnaðist saman í Colosseum fyri at síggja Circus spølini, har gladiatorar bardust teirra millum. Har vóru eisini sýningar skipaðar, har gladiatorar, vill djór og fangar ? ofta kristin ? bardust fyri lívinum. Alt hetta endaði, tá ein maður í 5. øld, Telemachus, kom í arenaina og royndi at steðga gladiatorunum í at berjast. Hann varð dripin, men síðani tann dag hava hesi spøl ongantíð verið fyri í Róm.

La Spezia
Róm er ein býur, ið hevur óendaligar møguleikar. Nógv er at síggja, og nógv varð eisini sætt afturat. Men eitt sindur skal eisini sigast um lítla norðuritalienska býin, La Spezia.
Sum fyrr nevnt vóru tvey verkføll innan eina viku. Annað við bussum og undirgrundarbreytini, og hitt var síðani við tokunum, ið koyrdu ímillum býir. Ein kann rættiliga øsa seg inn á teir almennu samferðsluhættirnar, men tað er ikki nógv annað at gera enn at bíta tað í seg, og køla seg sjálvan niður við einum ísi ? italienarar gera heimsins besta ís.
Sunnanfyri Genova og norðan-fyri Pisa, soleiðis nøkulunda mitt í millum liggur býurin La Spezia. Við toki úr Rom tekur tað eini fýra tímar at koyra ? um tað gongur væl, væl at merkja.
La Spezia er ein lítil vinnu- og havnabýur við umleið 100-200.000 íbúgvum. Býurin er sjálvur ikki nakað serliga kendur, og heldur ikki eru nøkur støð ella annað, ið gera býin eyðkendan. Men treyðugt so. Býurin liggur við endan av tí itali-ensku liguriuni. Eitt korter við toki, og tú kemur til »Le Cinque Terre « - Tær fimm jørðirnar. Hetta eru fimm lítlar landsbygdir, sum allar eru kendar fyri eitt ella annað. Manarola, Riomaggiore, Monterosso, Vernazza og Corniglia.
Um tú fert við L-bussinum úr La Spezia kemur tú til San Terenzo og Lerici. Í San Terenzo búði kendi rithøvundurin Percy B. Shelley saman við konuni Mary Shelley. Mary er mest kend fyri at hava skrivað um Frankenstein.
Við P-bussinum kemur tú til Portovenere. Har kanst tú síggja grottuna hjá Byron ? Lord Byron ? eisini ein kendur rithøvundur.
Hálvan tíma við bili kemur tú til Fiascherino. Í Fiascherino búleikaðist D.H. Lawrence eina tíð hann var her á fold. D.H Lawrence er millum annað kendur fyri at hava skrivað »Lady Chatterlýs Lover« og aðrar bøkur.
So sjálvt um býurin ikki hevur so nógv at bjóða, so hevur nærumhvørvið nógv spennandi at vísa á.
Italia er kent fyri mat, og er Liguria, regiónin har La Spezia liggur, onki undantak. Haðani kemur foccacia, sum er eitt slag av oljubreyð, sum tey í Liguria eta serstakliga nógv av. Eisini kemur pesto frá Italia. Pesto er nógv etið kring allan heimin saman við pasta.
Italienarar eru stoltir av matmentan teirra. Nógv orka verður løgd í at gera mat hvønn dag, og hava teir eisini eina fjølbroytta matskrá.
Tað ber illa til at vísa á, hvat er vert at síggja í Italia yvirhøvur. Sjálvt teir mest ókendu býirnir og bygdirnar hava okkurt at bjóða. Nevnast kann fyri stuttleikar, at stutt frá La Spezia liggur ein lítil býur. So ókendur, at navnið minnist eg ein gongd ikki. Sjálvt um býurin ikki er ein av tí slagnum, sum er fullur av ferðafólkum hvønn dag í árinum, so er heimsins størsti sokkur gjørdur har. Trettanda á hvørjum ári verður hann hongdur upp, og har ber til hjá teimum, ið hava hug, at koma at síggja hann.
Ein vika er ikki nóg mikið í Italia ? ein vika er ikki nóg mikið í Róm. Men eitt er so púra vist ? tað er eitt heilt lív heldur ikki.