Stutt eftir midnátt náttina til sunnudagin fór ein bilur við tveimum fólkum í út av vegnum við Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Tá ið løgreglan kom á staðið, var bilførarin rýmdur, men seinni somu nátt varð hann tikin, og blóðroynd varð tikin av manninum, tí illgruni var um rúsdrekkakoyring. Eingin fólkaskaði var, men bilurin gjørdist vrak, verður upplýst av politistøðini í Klaksvík.