Leygarmorgunin kom løgreglubilurin framá ein førara, ið teir høvdu illgruna koyrdi við kenning. Teir elta bilin og royna at steðga honum, men førarin setir ferð á bilin og roynir at koya undan. Hetta var í Kollafirði.
Førarin royndi at koyra undan løgregluni, ið fór aftaná. Ferðin kom heilt uppí 180 kilometrar um tíman millum Kollafjørð og Hósvík. Tað eydnaðist so løgregluni at steðga føraranum, og tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka. Førarin kann sostatt vænta sær at missa koyrikortið.
Annars hevur verið nakað av húsaófriði í Havnini, og tríggir mans vóru tiknir inn á støðina at sova rúsin av sær.