Órímilig mynd av einum samfelagsfígginda

- Hetta er klassiska myndin av politikki. Tá tað gongur illa innanríkis, so fert tú í kríggj fyri á tann hátt at fáa fólkið at standa saman um okkurt. Nú er man so farin í kríggj móti bankunum, sigur Klaus Rasmussen, nevndarformaður í BankNordik, sum skýrir kritikkin at vera órímiligan

- Eg haldi faktiskt, at vit hava goldið ótrúliga nógv fyri ólukkurnar hjá øðrum.
Klaus Rasmussen ljóðar sannførandi, tá hann skal útgreina sítt egna uppáhald um at leiðandi røddirnar í samfelagnum tekna eina órímiliga fíggindamynd av bankanum.
- Tað er heilt opinlýst, at nógvir politikarar og almenningurin annars í longri tíð hava peikað á bankarnar sum stóru bandittarnar í okkara samfelag. Tað er blivið ”legalt” at peika eftir bankanum og geva honum skyldina fyri alt.
BankNordik hevði aðalfund í dymbildagavikuni, og har legði Klaus Rasmussen fram sína frágreiðing, har hann lýsti støðuna hjá bankanum, sæð úr stólinum hjá nevndarformanninum. Hann teknaði eina mynd av einum banka, sum í dag noyðist at gjalda í dýrum dómum fyri skrællini hjá kappingarneytunum.
- Í BankNordik kennist tað eitt sindur sum um at vit skulu hava skyldina fyri húsagangin hjá Eik Banka. Og ikki nóg mikið við at vit fáa rokningina fyri dugnaloysi aðrastaðni. Vit verða eisini útnevnd til at vera bandittarnir, og millum politikarar og almenningin verður kókað undir ein stemning, ið sigur at bandittarnir nú skulu gjalda. Tað er órímuligt, sigur Klaus Rasmussen.

Primitivt
Klaus Rasmussen er sjónliga irriteraður av retorikkinum móti bankanum.
- Hetta er klassiska myndin av politikki. Tá tað gongur illa innanríkis, so fert tú í kríggj fyri á tann hátt at fáa fólkið at standa saman um okkurt. Nú er man so farin í kríggj móti bankunum, sigur Klaus Rasmussen, nevndarformaður í BankNordik, sum skýrir kritikkin at vera órímiligan.
- Vit gjalda í dag fyri bankapakkar og økt krøv frá myndugleikunum. Eisini skulu vit gjalda í trygdargrunnin fyri innskjótarar, ið tryggjar kundarnar móti at missa sína uppsparing, tá ein banki fer á húsagang. Bara tann rokningin til trygdargrunnin er 25 milliónir krónur um árið, næstu fýra árini.
Afturat øktu krøvunum og eykarokningunum koma krøv frá politikarum og almenninginum, ið gera viðferðina heilt órímiliga, sambært nevndarformanninum:
- Tá politikarar og almenningurin annars krevja lægri útlánsrentu, hægri innlánsrentu, ongi gjøld fyri tænastur, umframt at vit ikki skulu stongja deildir og siga fólki úr starvi – ja, tá er tað væl eingin, ið fær roknistykkið at ganga upp, sigur Klaus Rasmussen og spyr retoriskt, hvussu fólk halda at bankarnir gjalda fyri eyka rokningar:
- Tað eru bara kundarnir og partaeigararnir, sum kunnu gjalda rokningina. Meira innviklað er tað ikki. Sjálvandi skulu vit gera raksturin av bankanum effektivari og bíligari, og tað arbeiða vit sum kunnugt hart við, sigur Klaus Rasmussen og sipar til umfatandi rationaliseringarnar í bankanum síðstu árini.
Kritikkurin fellur nevndarformanninum fyri bróstið, tí sambært honum er tað eftirhondini soleiðis, at starvsfólkini í bankanum merkja tað á egnan kropp:
- Starvsfólkini hava sanniliga merkt tær rationaliseringar, ið vit hava gjørt innanhýsis í bankanum, og hava hóast tað hildið geistinum uppi og gjørt eitt gott arbeiði. Men tá tey harumframt skulu kenna seg forfylgd og niðurgjørd í almenna rúminum, bert tí at tey arbeiða í einum banka, tá er neyðugt at tala at. Tað er simpulthen ov langt úti, sigur Klaus Rasmussen, sum eftirlýsir eitt sindur av forstáilsi, serliga frá leiðandi røddunum í samfelagnum.

Tjena ov lítið
Samstundis sum nevndarformaðurin verður møttur av krøvum um lægri útlánsrentur og hægri innlánsrentur, færri og lægri gjøld og betri tænastur, so heldur hann fast um, at bankin tjenar ov lítið.
- Vit hava ein eginkapital á umleið tvær milliardir. Tað er ikki eitt óvanligt krav at eginpeningurin skal forrentast við 10 prosentum, og tað gevur also 200 milliónir krónur, sigur Klaus Rasmussen og samanber við úrslitið fyri 2012, ið gav 121 milliónir krónur í yvirskoti fyri alt samtakið.
Fleiri orsøkir eru til at úrslitið fyri 2012 gjørdist lakari enn tað burdi, sambært nevndarformanninum. Bankin hevði nógvar serligar útreiðslur av at umleggja og tillaga sítt virksemi í kjalarvørrinum av uppkeypum uttanlands, bankin hevði eykaútreiðslur av bankapakkum og øktum krøvum frá myndugleikunum, og hartil var marknaðarrentan sera lág.
- Men vit eru á rættari kós og koma at tjena fleiri pengar, sigur Klaus Rasmussen.
Nevndarformaðurin nevnir eitt lán á 800 milliónir krónur, sum bankin tók frá statinum til eina rentu á umleið 10 prosent um árið. Framvegis eru 650 milliónir eftir av láninum, og rentuútreiðslurnar tyngja tí roknskapin.
- Vit kundu sjálvandi latið vera við at tikið hetta lánið, men so hevði ikki borið til at keypa Amagerbankan. Men tað er also neyðugt at fara út um landoddarnar at tjena pengar. Tað er har, BankNordik hevur møguleika at veksa og tjena pengar, sigur Klaus Rasmussen.
Tað er tó ikki ein loysn fyri BankNordik at tekna nýggjan partapening fyri á tann hátt at fíggja afturgjaldið.
- Nei, til tað er kursurin alt ov lágur. Vit koma at gjalda lánið aftur við teimum pengum, sum vit tjena næstu árini, sigur Klaus Rasmussen, sum roknar við at lánið er afturgoldið um eini trý til fýra ár.

Føroyska projektið
Hóast BankNordik síðstu árini hevur brúkt nógva orku og pengar uppá at víðka sítt virksemi til Íslands, Grønlands og Danmarkar, so leggur nevndarformaðurin stóran dent á, at talan er um eitt føroyskt projekt.
- Vit eru ein føroysk fyritøka, sum bæði ynskir og dugir at gera seg galdandi uttan fyri Føroyar. Ein fyritøka, sum skal vera við til at tryggja tilverugrundarlagið hjá føroyska samfelagnum í framtíðini. Projektið er at skapa eina fyritøku, sum dugir at tjena nógvar pengar, sum allir føroyingar og partaeigarar annars kunnu vera glað fyri og errin av, sigur Klaus Rasmussen.
Tað skal tó, sambært nevndarformanninum, gerast varliga.
- Vit taka tað í smáum. Eitt fet í senn. Á tann hátt skulu vit tryggja, at vit ikki detta á vegnum, sigur hann.
Í dag eru umleið 59 prosent av partabrøvunum í BankNordik á føroyskum hondum. Landsstýrið eigur, umvegis Fíggingargrunnin frá 1992, sum kunnugt góð 33 prosent av partabrøvunum. Aðrir, í høvuðsheitum smærri, føroyskir íleggjarar eiga 26 prosent, meðan síðstu 41 prosentini eru á útlendskum hondum.
- Tað er okkara vón, at bankin framhaldandi verður eitt føroyskt projekt, har føroyingar eiga meirilutan, hóast bankin er skrásettur á keypsskálunum, sigur Klaus Rasmussen og dylir ikki fyri, at boðskapurin serliga vendir sær til føroyska høvuðspartaeigaran.
Hann hevur onga meining um, hvørt landsstýrið skal selja síni partabrøv ella eiga tey í allar ævir.
- Men velur man at selja, so vóni eg bara at tað verður gjørt soleiðis at eisini føroyingar fáa ein reellan møguleika at keypa, sigur Klaus Rasmussen.

Rákið má venda
Hóast nevndarformaðurin alment eftirlýsir, at bankin fær eina meira fair viðferð frá leiðandi røddunum í samfelagnum, so er eingin offensiv sjarmukampagna í væntu frá bankanum.
- Nei, eg trúgvi snøgt sagt ikki, at vit hava nakran kjans í somáta. Vit hava sæð aðrar bankar gera ta royndina, men úrslitini hava verið so sum so. Eg trúgvi, at vit mugu hugsa meira langsigtað, sigur Klaus Rasmussen og heldur fram:
- Fyri tað fyrsta mugu vit uppføra okkum ordiligt. Vit mugu vera ein reiðiligur og seriøsur banki, sum dugir at tjena pengar og samstundis veitir kundunum nøkur góð tilboð. Hetta mugu fólk síggja og uppliva í verki, og so má tíðin annars arbeiða fyri okkum. Vit mugu arbeiða langsigtað, og so trúgvi eg eisini, at rákið við tíðini fer at venda.
Klaus Rasmussen sigur seg samstundis skilja, at fólk hava eina neiliga fatan av bankunum eftir mongu húsagangirnar síðstu árini, ið aftur hava kostað dýrt.
- Men vit biðja bara um, at alt ikki verður koyrt í sama sekk og umrøtt sum ”bankarnir”. Vit eru ikki ein av hesum fallitbankunum. Tað eiga fólk at minnast, og serliga haldi eg, at leiðandi politikarar í samfelagnum eiga at ”skrue lidt ned for retorikken”, argumenterar Klaus Rasmussen.