Úr Nólsoy til Eritrea at fiska

- Vit kundu sigla í einar 10 tímar, og kortini var dýpið ikki meiri enn eina hálva snørislongd. Sjógvurin var ógvuliga klárur, og tú sást niður á botn langt út til havs. Síðan 2004 hevur Livandi Hav, sum er eitt danskt landsfelag við ymiskum áhugamálum innan hav um umhvørvi, hjálpt fátøkum útróðrarmonnum í Eritrea, sum fiska í Reyða Havinum.

Nólsoyingurin, Jack Thomsen, sum hevur verið fiskimaður alla sína tíð, hevur eisini fingið høvi at luttaka í tí partinum av verkætlanini, sum verður rópt ?Hjálp frá fiskimanni til fiskimann?, sum er ein hjálparætlan millum fátækar fiskimenn í Eritrea.

Tað var síðsta heyst, at Jack Thomsen fekk høvi at verða við í hesi verkætlan saman við formanninum í Livandi Hav, Knud Andersen, sum er hálvur føroyingur.

Jack var í Eritrea í ein mánaða.

- Vit vóru 14 mans við einum umleið 40 fót báti, og hvør túrur sær vardi í fimm dagar. Vit royndu við línu um dagin og gørnum um náttina. Fiskurin, sum vit fingu í gørnunum, er bíligari enn fiskurin, sum tekur á línuna, og tí brúktu vit ein part av veiðini, sum vit fingu um náttina, til agn á línuni.

Hann sigur, at tað var ógvuliga útgrund, har teir royndu.

- Vit kundu sigla í einar 10 tímar, og kortini var dýpið ikki meiri enn ein hálv snørislongd, sigur hann.

Fiskasløgini, sum teir fingu, líkjast slett ikki teimum, sum vit vanliga kenna um okkara leiðir.

- Hjá okkum, sum komu niður til Eritrea at leggja fátækum fiskimonnum lag á, er hetta ikki nakað, tú gerst ríkur av. Tað, sum ríkar teg á eini slíkari ferð, er upplivilsið og tað, at tú kanst hjálpa øðrum, sum eru nógv verri fyri enn vit, sigur Jack Thomsen.

Í mars fer hann niður aftur til Eritrea.