Góðu norðoyastevnugestir!
Tað er mær ein heiður at hava fingið litið til at halda røðu her á Norðoyastevnu í dag.
Vit, sum eru komin saman í tí fræga veðrinum í dag, koma frá so ymiskum umstøðum.
Tit, sum eru ung og børn, hava enn lívið framman fyri tykkum.
Vit, sum eru um miðan aldur og hava nakað av lívsroyndum, eiga kanska nøkur ár eftir, har vit kunnu geva av tí, sum lívið hevur lært okkum.
Onkur hevur sagt, at tað eru bara tey gomlu, sum eru klók; tey eru vorðin klók av sínum lívsroyndum, sum ikki kunnu náast í lærubókum, men bert í tí gerandisdegi, sum eingin okkara kemur uttan um.
Vit mugu øll gera okkara lívsroyndir ? hvør í sínum lagi og hvør á sínum staði - og teimum kunnu vit geva av til tykkum, sum eru ung og hava lívið frammanfyri tykkum.
Biskuppurin, Finn Wagle, segði í vígslutalu síni til norsku prinsessuna, Marthu Louisu, tá ið hon giftist herfyri, at, ?eingin okkara livir fyri seg sjálvan?.
Og tað er júst hetta, sum gevur lívinum virði og innihald ? tað, at kunna vera nakað fyri hvønn annan.
Serstakliga tætt knýttu familju-og vinarbond gera, at vit eru so nógv betur fyri enn flest onnur fólkasløg.
Men júst tað, at vit eru so tætt knýtt at hvørjum øðrum, kann við hvørt gera lívið torført.
Her hugsi eg um tað negativu síðuna av hesum, har vit eru so skjót at bera slatur og ring tíðindi um hvønn annan.
Latið okkum heldur seta okkum fyri at geva hvørjum øðrum herðaklapp og síggja tað góða við hvørjum einstakum av okkum enn at dyrka tað, sum kann vera okkum sjálvum og okkara medmenniskjum til skaða.
Hvussu nógv glaðari høvdu vit tá ikki verið?
Hyggja vit, hvør stendur við liðina av okkum beint nú, kann vera, at júst tann persónurin hevur brúk fyri einum góðum orði frá tær ella mær ? ella tú frá honum.
Vit kenna øll, hvussu glað vit gerast, tá ið onkur gevur okkum eitt rósandi orð. Tað kostar einki, og tað kann lyfta okkum upp og gera gerandisdagin lættari.
Orðatakið sigur, at betur er bøtandi hond enn spillandi tunga.
Ymiskt er, hvussu lívið hevur og fer at laga seg hjá okkum. Eitt eiga vit tó til felags:
Vit, sum borin eru í hendan heim, hava øll fingið lívið í gávu. Vit hava eisini fingið í gávu at sleppa at liva á heimsins besta staði.
Hvar vit enn fara ? nær ella fjar - finna vit ikki eitt stað, har tað er betur at liva enn í Føroyum.
Eg kundi hugsað mær eina løtu at vent mær til tykkum ungu:
Tit smíða sjálvi tykkara egnu eydnu, plaga vit at siga, og sjálvt um tað kundi sæð torført út við hvørt, so mugu vit øll seta okkum fyri at fáa tað besta burtur úr.
Tað er neyðugt at seta sær mál í lívinum. Nýtið teir einastandandi møguleikar, sum samfelagið og nútíðin hevur at bjóða tykkum.
Trúgvið uppá tykkum sjálvi - og haldið ikki, at onnur eru betur enn tit. Tí, hvørt menniskja er einstakt, og eingin annar er júst sum tú.
Eingin annar er føddur við júst tínum eginleikum og evnum. Brúkið tí tykkara evni til nakað positivt og gott, og latið ongantíð ein dag fara, uttan at tú hevur sagt eitt gott orð við tín vin ella granna.
Tit ungu! Tit standa í dag við eini ógvuliga dýrari gávu ? sum er lívið. Onkur, sum tit kendu, kom kanska ongantíð so langt sum tit. Og slapp kanska ongantíð at uppliva ein dag sum hendan. Og tey, sum sita við skerdum veingi, eiga ikki sama møguleika sum vit. Tí eiga vit øll at spyrja okkum sjálvi: ?Hvat skal eg nýta hesa gávuna til?? Hvat ynski eg veruliga at brúka mítt lív til?
Gakk tú tryggur fram við
góðum treysti,
allir ljósir einglar fylgja
tær.
Harrin, Hann er vinur tín
tann besti,
hansar? eyga allar vandar
sær.
Soleiðis yrkti H.A. Djurhuus.
Tað er gott at vita, at tað er ein, sum hevur allan mátt, í himli og á jørð ? ein, sum hevur sagt, at ?eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær?.
Vit minnast øll, hvussu tað var, tá ið vit gingu í skúla og høvdu fingið nýtt skrivi- ella roknihefti. Vit ætlaðu, at tað altíð fór at vera líka vakurt. Men ikki var so leingi, til tey fyrstu bløðini vóru rukkut og ljót, og vit tímdu ikki at ansa so væl eftir meira. Tað løgna var tó ? minnist eg - at summi høvdu altíð so vøkur heftir, og eg skilti ikki, hvussu tey bóru seg at.
Júst soleiðis er eisini lívið. Hjá summum sær alt so lætt og gott út, meðan lívsleiðin hjá øðrum er meira knortslut. Tó eiga vit at minnast til, at um vit onkran dag eru vónsvikin av okkum sjálvum, er hvør dagur eitt púra reint blað. Hvønn morgun fáa vit ein nýggjan møguleika. Tað er eingin støða í lívinum - hvussu torfør hon enn sær út, sum vit ikki kunnu fara til Guds við.
Kemur tú framvið, har
klokkur ringja,
steðga tá og bið títt Faðir
Vár;
tað er bøn, sum styrkir og
kann yngja,
sløkkja sorg og grøða
tyngstu sár.
Henda norðoyastevnan bleiv nakað illslig til veður. Men í dag er ljósari, sólin hevur sæð onkra løtuna og alt sær lættari út. Soleiðis er eisini lívið; tað skiftir ímillum verri og betri dagar.
Fyri at venda aftur til orðini hjá norska biskuppinum, sum so beinrakið segði, at ?eingin okkara livir fyri seg sjálvan.?
Latið okkum gera sum Ránnvá segði í midnáttarrøðu sínari í gjárskvøldið, at ?lata øvund, sundurlyndi og sjálvsøkni fara?.
Latið okkum, í staðin fyri at leggja stein oman á byrðu hvør hjá øðrum, heldur taka saman um hvønn annan.
Latið okkum leggja okkum eftir at vera við tí góða orðinum hvør við annan. Tá verður lívið lættari og vit verða øll glaðari.