Rúni blásti seg til talentprís

Tey vóru 26 út av 107, sum spældu seg til fyrstu virðisløn í stóru tónleikakappingini hjá Berlingske Tidende. Men tað var bert ein, sum vann talentprísin: Rúni Hentze av Kambsdali

Føroyingar finnur tú allastaðni, verður ofta tikið til. Men vit kunnu eftirhondini umskriva hetta tiltak til: Føroyingar vinna allastaðni.

Føroyingar hava vunnið sangkappingar, bæði í Danmark og í Íslandi. Føroyingar hava vunnið dansikapping í Danmark. Og nú hava føroyingar eisini vunnið talentprísin í tónleiki, sum Berlingske Tidende skipar fyri á hvørjum ári.

37. útgávan av Berlingske Tidendes Talentpræmie, klassiska danska tónleikakappingin, er júst endað, og av teimum 107 luttakarunum fingu 26 fyrstu virðisløn.

Tað er soleiðis, at er tú góðtikin til at luttaka í kappingini, er tú eisini vísur í at fáa minst triðju virðisløn. Tað verða nevniliga givnar virðislønir til øll, sum sleppa gjøgnum nálareygað.

Rúni Hentze er yngstur av trimum brøðrum á Kambsdali. Elstur er Øssur og síðani kemur Jóhan. Teir eru synir hjá Ann Mari og Leivi Hentze.

- Tað var Jóhan, sum byrjaði at spæla trompet. Eg helt, at tað ljóðaði ógvuliga áhugavert, og so byrjaði eg eisini, sigur Rúni Hentze, tá vit hitta hann beint eftir skúlatíð í gjár á Kambsdali.

Hann var tá átta ára gamal, og hevur 13 ára gamli Rúni nú trúliga spælt trompet í seks ár.

- Eg fylli 14 nú í juli, greiðir hann frá.

 

Venur nógv

Bróðurin, Jóhan, hevur tvær ferðir verið til somu kapping, sum Rúni nú hevur vunnið. Hann hevur fingið eina triðju virðisløn og eina fyrstu virðisløn.

- Eg var eisini við til kappingina í fjør, og tá fekk eg aðru virðisløn, sigur Rúni Hentze.

Hann hevur sostatt klárað tað eitt vet betur enn bróðurin. Men eitt er at vinna fyrstu virðisløn – eitt annað er at vinna talentprísin. Tí tað vinnur bara ein tónleikari um árið.

- Tað hevði eg slett ikki væntað. Har vóru so ræðuliga nógv, sum dugdu so ómetaliga væl at spæla, so tað kom púra ávart á, sigur Rúni Hentze.

Til gerandis spælir hann við Fuglafjarðar Hornorkestri og við Nes Sóknar Musikkfelag, har hann venur einaferð um vikuna við hvørjum. Umframt tað venur hann heima umleið ein tíma um vikuna.

- Nú uppundir kappingina og til konsertina havi eg vant umleið tveir tímar um dagin, sigur Rúni Hentze.

Tá hann var til kappingina fyri einum mánaði síðani, var hann millum tey 26, sum fingu fyrstu virðisløn. Men tey sleppa ikki øll við til konsertina.

- Tað vóru 11, sum vórðu útvald til at spæla til konsertina, og harímillum var eg, sigur Rúni Hentze.

Og tað var ein stór løta, tá konsertin var hildin í Tivolis Konsertsal. Fleiri enn 1000 áhoyrarar vóru til konsertina.

- Tað vóru familjurnar hjá øllum teimum, sum høvdu luttikið í kappingini, sum vóru til staðar, umframt onnur, greiðir Rúni Hentze frá.

So tað vóru nervar uppá, tá hann skuldi framføra fyrsta sats av sonatu eftir Kent Kennan.

- Men eg haldi, at tað gekk væl, sigur Rúni Hentze lítillátin.

 

Peningagávu

Tað var elsti bróðurin, Øssur, sum keypti Rúna hansara fyrstu trompet. Og síðani hevur hann ikki »hugt aftur um seg«. Og at hann er eitt óvanligt talent, prógvaði heiðurin, hann fekk við Berlingske Tidendes Talentpræmie.

Til konsertina í Tivolis Konsertsal vóru fimm dómarar, og framman fyri teimum skuldu tey 11 so framføra sínar egnu soloframførslur. Og tað gekk sum nevnt ógvuliga væl hjá Rúna Hentze.

- Tá tað bleiv kunngjørt, at vinnarin av talentprísinum kom langvegis frá, og at hann spældi trompet, tá visti eg beinanvegin, at tað var eg – tí tað var bara eg, sum spældi trompet, sigur Rúni Hentze.

Hann greiðir frá, at talentprísurin er júst tað, sum heitið sigur. Hann verður latin til størsta talentið.

- Talentprísurin verður latin til tann, sum dómararnir síggja størstu møguleikarnar í, og ikki til tann, sum hevur bestu framførsluna, greiðir Rúni Hentze frá.

Og hendan heiður fall sum nevnt eygagóða dreinginum av Kambsdali í lut.

Sum sjónligt prógv fyri hesum fekk Rúni Hentze eitt steyp við innskrift. Og umframt tað, fekk hann eina peningaupphædd áljóðandi 10.000 krónur.

- Teir pengarnar fari eg at brúka til at keypa mær eina C-trompet. Tann, sum eg havi, er ein B-trompet, greiðir Rúni Hentze frá, uttan at greinskrivarin hevur minsta ánilsi um, hvat hann tosar um.

 

Á konservatoriið

Tað er strangt tikið ikki neyðugt, men tað gevur kortini ein fyrimun at hava Associated Board-útbúgvingina, sum er ein tónleikalig útbúgving í átta stigum. Hon er á bæði leikligum og teoretiskum støði.

Higartil hevur Rúni Hentze tikið 2., 3., 4. og 5. stig á leikligu síðuni, men honum vantar at taka hesi stigini teoretiskt. Fyrsta stig tímdi hann ikki at taka, tí, sum hann sigur, tað er so lætt.

Nú sleppur hann ikki víðari til 6. stig, fyrr enn hann hevur tikið teoriina til hini fýra fyrru.

- Hendan útbúgvingin er góð at hava, tá eg fari at søkja inn á konservatoriið, tí tað er tann vegin eg ætli mær, sigur Rúni Hentze.

Fyrradagin kom Rúni Hentze og foreldur hansara aftur úr Danmark eftir konsertferðina. Og tað fór ikki óansað aftur við borðinum, at Kambsdalur veruliga varð settur á føroyska tónleikakortið. Har vóru blómur frá Fuglafjarðar kommunu, frá stóra tónlistamanninum Frits Johannesen og frá grannum.

Hóast sín unga aldur hevur hann sostatt longu stungið út í kortið, hvør hansara lívsleið skal verða.

- Tá tú er liðugur á konservatoriinum, kanst tú gerast professionellur tónleikari, sigur Rúni Hentze.

Og tað er langtíðarmálið hjá evnaríka tónleikaranum av Kambsdali.