Fíggjarsvik, mandatsvik ella onnur fíggjarlig brotsgerð, misvísandi roknskaparupplýsingar, og grovir feilir og vanrøkt, umframt skeivir upplýsingar.
Soleiðis ljóðar allur listin av ákærupunktum í politimeldingini, sum Rúni Viberg, fyrrverandi sosialdemokratiskur býráðalimur í Roskilde, hevur latið inn. Hann hevur ikki sjálvur partabrøv í Roskilde Bank, men børn hansara fingu hvør fyri 10.000 krónur í partabrøvum í bankanum, tá tey vórðu konfirmerað.
Ákærurnar eru vendar móti Niels Valentin Hansen, Arne Wilhelmssen, Stig Bo Jensen, Jens Winther, fyrrverandi nevndarformanni, og Peter Müller, somuleiðis fyrrverandi nevndarformanni.
Tónin í meldingini, sum er latin inn til deildina fyri Fíggjarligan Kriminalitet hjá Midt- og Vestsjællands Politi, er beiskur. Viðurskiftini í bankanum lýsast fleiri støð sum »grotesk«, og viðurskiftini millum nevnd og leiðslu sum »forpestað«.
Í grundgevingini sigur Rúni Viberg soleiðis:
Nevnd og stjóri vórðu longu í 1998 ávarað um, at tað vóru stórir trupulleikar í Roskilde Bank. Nevndarlimurin, Ole Bjørn Nielsen, peikar í sínum innleggi á aðalfundinum í 1998 á nøkur tyngjandi viðurskifti í nevndini.
Umframt grotesku viðurskiftini við einum veikum og ódugnaligum nevndarformanni og einum sterkum stjóra, sum forpestar luftina fyri skilagóðum nevndararbeiði, vísir Ole Bjørn Nielsen á, at Roskilde Bank hevur havt stórar trupulleikar við vinningi í Danfinans, eitt felag í Roskilde Bank, sum var inni á húsamarknaðinum. Og tað var júst aktiviteturin á húsamarknaðinum, sum førdi til, at Roskilde Bank fór av knóranum í 2008.
Rumbul í nevndini
Fíggjareftirlitið gav Roskilde Bank ávís harraboð í sambandi við stóru tapini hjá bankanum í sambandi við Danfinans. Her fáa vit fyrstu ábending um, at Jens Winther fremur grova vanrøkt og feilir við sum nevndarformaður ikki at geva sær far um hesi ávaringartekin.
Í sambandi við innleggið hjá Ole Bjørn Nielsen á aðalfundinum bað Fíggjareftirlitið Ole Bjørn Nielsen um eina frágreiðing. Hendan frágreiðing er daterað 11. mars 1998, og verður millum annað greitt frá Trekronermálinum.
Stutt sagt snýr tað seg um, at Niels Valentin Hansen vil selja eitt grundstyki í Trekroner til Roskilde Bank. Hetta er ikki í samsvar við §7 stk. 2 í lóg um fíggjarligt virksemi lbk. 376 frá 22/05/2008, Kunngerð av lóg um fíggjarligt virksemi, sum sigur, at ein banki bert kann dríva bankavirksemi.
Tað týðandi í frágreiðingini er kortini aftur tey grotesku viðurskiftini í nevndini. Semja fekst um at søkja ráðgeving fyri at rætta hesi grotesku viðurskiftini upp aftur. Tilmælini hjá ráðgevingini verða tór kveistrað av borðinum. Her var aftur ein ávaring um, at alt ikki var í samsvar við góðan bankarakstur.
Roknskaparlógin er brotin við at árligu roknskapirnir – frá 1997 til 2008 – ikki hava givið eitt rættvísandi mynd av rumbulkendu tilstandunum í Roskilde Bank. Í fleiri førum eru latnir skeivir upplýsingar við tí fyri eyga, at fáa kursirnar at hækka.
Feilir og vanrøkt
Tað var ein tilvildarligur kredittpolitikkur í Roskilde Bank. Millum annað eru læntar út 800 milliónur krónur til Jørgen Olsen uttan trygd. 43% av kapitalinum í Roskilde Bank er savnað í byggivinnuni, partvís uttan trygd. Jyllandsposten 2. september 2008. Tað finnast eisini ein røð av øðrum dømum upp á tilvildarliga kredittpolitikkin í Roskilde Bank.
Roskilde Bank gav misvísandi upplýsingar um kreditt politikkin í prospekti, jf. Jyllandsposten 27. august 2008.
Niels Valentin Hansen, Arne Wilhelmsen og Stig Bo Jensen selja síni partabrøv beint áðrenn Roskilde Bank kollsiglir. Her hava teir uttan iva nýtt insidara-vitan og trongu fíggjarligu støðuna í Roskilde Bank.
Jens Winther og Peter Müller hava framt grovar feilir og vanrøkt við sum nevndarformenn, og áðrenn tað nevndarlimir í Roskilde Bank, ikki at hava gripið inn í ruðulskendu viðurskiftini í Roskilde Bank. Gegnið hjá Jens Winther fekk viðmerkingar frá Fíggjareftirlitinum. Hetta hendi tvær ferðir. Bæði tá hann var vanligur nevndarlimur og seinni sum nevndarformaður.
Niðurstøða
Meldaðu persónar hava gjørt seg sekar í fíggjarsviki, mandatsviik ella aðrari fíggjarligari brotsgerð, við at lata serstakliga ótrygg og ógvuliga stór útlán (tilvildarligan kredittpolitik) hava pumpað roknskapir hjá Roskilde Bank upp soleiðis, at partabrævakursurin er hækkaður til ótilsvarandi hæddir. Hetta hendi yvir fleiri ár. Partabrøvini eru í fleiri ár sld undir skeivum fyritreytum. Niels Valentin Hansen, Arne Wilhelmsen og Stig Bo Jensen høvdu sjálvir stórar partabrævapostar í Roskilde Bank og høvdu tí stóran áhuga í at roknskapirnir og partabrævakursir hækaðu.
Privatir handlar eru blandaðir upp í viðurskiftini í Roskilde Bank. Insiderhandlar við partabrøvum. Grov brot á lógina um fíggjarligt virksemi við ikki at liva upp til góðan bankasið. Brot á roknskaparlógina við at geva skeivar upplýsingar. Nevndarformenninir hava ikki livað upp til teirra ábyrgd eftir galdandi reglum um nevndararbeiði.
Teir lótu ikki trupulleikarnar í Roskilde Bank í 1990-unum við seg koma. Hetta er serliga galdandi fyri Jens Winther . Hansara gegni var kannað av Fíggjareftirlitinum. Víst verður til samrøðu 6. september 2008 við núverandi forstjóra í Roskilde Bank.
Mist eina milliard
Rúni Viberg sigur við Sosialin, at fólk í Roskilde hava mist eina milliard krónur, nú Roskilde Bank kollsigldi.
- Eg havi fingið nógvar viðmerkingar frá fólki, nú eg havi meldað Roskilde Bank, sigur Rúni Viberg.
Hann fílist, sum tað eisini framgongur týðiliga omandyri, fyrst og fremst at undanfarnum nevndarformonnum, serliga Jens Winther.
- Teir hava lænt út 800 milliónir krónur til byggivinnuna uttan nakra trygd. 43% av kapitalinum er lænt út til byggivinnuna, og tað er óhoyrt. Stórur partur læntur út uttantrygd, sigur Rúni Viberg.
Hann væntar kortini ikki, at hendan stevningin fer at geva tað stóra av sær.
- Hetta verður ein ógvuliga drúgv prosess. Tagnarskyldan er galdandi, og tað merkir at bakmanspolitiið skal upp í leikin, og tað merkir eisini, at alt skal fyri ein dómara, áðrenn nakar kann úttala seg, sigur Rúni Viberg.
Ein rúgva av pensjónistum hevur sett sín sparipening í partabrøv í Roskilde Bank, og tann peningurin er allur mistur.
Nær málið kann koma fyri, dugir Rúni Viberg ikki at siga, men tað verður ikki í bræði.