Nógvur kavi er komin niður á Stockholm-leiðini í seinastuni, og tað hevur víst seg, at býarmyndugleikarnir als ikki hava verið fyrireikaðir til so nógvan kava. Nógvastaðni er illa framkomandi, og tað var m. a. orsøkin til, at ein sjúkrabilur slapp ikki eftir einum sjúkum manni sunnudagin. Tá hjálpin loksins kom fram, var maðurin deyður.
Tilburðinum við tí 14 ára gamla dronginum kunnu myndugleikarnir ikki ábyrgjast fyri. Sambært løgregluni skulu húsaeigararnir fáa kava og ís av sínum tekjum.