Úr Norðurlondum: Stríð um fyrivarni

   

Í Danmark hevur Per Stig Møller, uttanríkisráðharri loypt øði í grindina, tí hann hevur gjørt seg til talsmann fyri, at stjórnin skal skipa fyri fólkaatkvøðu næsta ár um tey trý fyrivarnini, sum Danmark hevur í ES-samstarvinum. Talan er um tað rættarliga samstarvið, felags verju og felags gjaldoyra.
Uttanríkiráðharrin heldur, at fólkaatkvøðan skal haldast næsta ár, men tað kemur ikki upp á tal, sigur Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum. Hon krevur, at forsætisráðharrin skal seta uttanríkisráðharran upp á pláss, og at alt tos um at seta fyrivarnini úr gildi verður lagt í niðastu skuffu.