Tað var ein rørandi løta í Christiansborg Slotskirke fyrrapartin, tá stórt minningarhald var fyri Svend Auken. Allan vegin upp kirkjutrappuna stóðu umboð fyri sosialdemokratiska flokkin við reyðum fløggum sum eina seinastu heilsan.
Inni í kirkjuni var tað biskoppurin í Århus og góði vinmaðurin hjá Send Auken, Kjeld Holm, sum byrjaði minningarhaldið. Millum annað treiv hann í eina yrking hjá Tom Kristensen, har hann yrkir um plássið, sum nú stendur tómt millum tey stóru. Hóast yrkingin ikki er skrivað til Auken, ivaðist biskoppurin ikki í, at orðini ikki kundu hóskað betur til júst hann.
Í síni røðu segði Helle Thorning Schmidt, forkvinna í Sosialdemokratiska Flokkinum, seg ofta hava varnast, at Svend Auken hevði eitt serligt pláss í hjørtunum hjá teimum ungu.
Tað er kanska ikki so løgi kortini, hugleiddi hon, tí saman við Svend Auken kundu tey ungu droyma. Fyri hann var framtíðin ongantíð vandamikil ella døpur men altíð full av lyftum:
?Nú er tað upp til okkum at bera dreymarnar hjá Svend víðari?, segði Helle Thorning Schmidt í síni seinastu heilsan til partamannin.
Christiansborg Slotskirke var á tremum av fólki, har ímillum eisini fleiri politisk umboð úr Føroyum.
Eftir minningarhaldið var farið í Frederiksberg Kirke, haðani Svend Auken fer til gravar nú seinnapartin