Rás2: Gullprát við H71-arar og steypahandanin

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við seks H71-spælarar og venjaran, Sonni Larsen

H71 er FM-vinnari í FTZ-deildini. Tað gjørdist veruleiki tá hoyvíkingar á heimavølli vunnu 21-19 á Neistanum. Í steðginum var Neistin á odda 11-10.

 

Toppskjúttar hjá H71 vóru Bogi Davidsen, Rúni Vest Joensen og Peter Krogh við fýra málum hvør. Toppskjútti hjá Neistanum var Rasmus Søby við fimm málum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við seks spælarar og venjaran hjá H71 aftaná dystin. Á upptøkuni hoyrist eisini steypahandanin.

 

Raðfylgjan á ljóðfíluni er hendan:


1) Sigmund Dahl

2) Ári Dam

3) Andor Sivertsen

4) Jens á Skipagøtu

5) Sonni Larsen, venjari

6) Steypahandanin

7) Mark Marcher

8) Peter Krogh

 

HER hoyrast hæddarpunktini frá dystinum. Tróndur Arge segði frá, og viðmerkjarin, Teitur Joensen tók samanum dystin.