Rás2 sendir aftur úr SMS í morgun

Sent verður aftur frá Café Baresso Rás2 sendir aftur úr Café Baresso í SMS í dag. Fyrrapartin verður sent millum 9 og 12, og seinnapartin millum 14 og 17. Prátað verður um spennandi kappingar, sum fara fram í SMS, har m.a. møguleikin er til staðar at vinna 10.000 kr. Lurtarakappingar/burturlutingar verða eisini. Prát verður við ymisk handilsfólk í SMS, og aðrir gestir vitja eisini studio í Café Baresso. Nógvur góður jólatónleikur verður sjálvsagt eisini at hoyra.