Í kvøld verða tær fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið leiktar.
Í Klaksvík spæla KÍ og NSÍ, og í Havn spæla B36 og HB. Rás2 fer at siga frá báðum hálvfinalunum, sum báðar byrja klokkan 18.
Tróndur Arge sigur frá dystinum millum B36 og HB, og Árni Gregersen fer at siga frá dystinum millum KÍ og NSÍ.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.