Rás2 sigur frá fýra effodeildardystum hetta vikuskiftið

Byrjað verður við KÍ-Skála í kvøld klokkan 18. Sunnudagin verður sagt frá trimum dystum

Rás2 spennir seg veruliga út á fótbóltsfrontinum hetta vikuskiftið. Sagt verður frá ikki færri enn fýra effodeildardystum hetta vikuskiftið.

 

Byrjað verður í kvøld klokkan 18, har sagt verður frá dystinum við Djúpumýru í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti Skála. Við einum sigri kann KÍ aftur leggja veruligan sjógv millum seg og Víking og NSÍ, sum elta KÍ.

 

Sunnudagin klokkan 15 siga Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge frá dystunum NSÍ-ÍF, sum verður spældur við Løkin í Runavík, og dystunum millum B36 og AB á ovara vølli í Gundadali í Havn. Fylgt verður við gongdini í dystinum millum Víking og B68, sum eisini byrjar klokkan 15. Klokkan 17.30 verður beinleiðis frásøgn frá dystinum millum HB og TB, sum eisini verður leiktur á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður verða lagdar út á in.fo aftaná dystarlok.

 

Til ber hjá øllum at lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.