Rás2 sigur frá tveimum fjórðingsfinalum seinnapartin

Víkingur-HB og KÍ-B36 eru dystirnir Rás2 sigur frá seinnapartin. Dystirnir byrja klokkan 15

Aftur í dag verður ein stórur fótbóltssunnudagur á Rás2, har byrjað verður at senda klokkan 14. Fyrstu stóru løtuna endurhoyra vit sendingina "Fótbóltspanelið" frá fríggjadegnum, har Oddbjørn Joensen var gestur.

 

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá fjórðingsfinalunum í kappingini um løgmanssteypið í Gøtu og í Klaksvík. Í Sarpugerði í Norðragøtu spæla Víkingur og HB, og norðuri í Klaksvík spæla KÍ og B36. Báðir dystirnir byrja klokkan 15, og tað ger fjórðingsfinalan millum NSÍ og EB/Streym við Løkin í Runavík eisini. Fylgt verður við, og kunnað verður um gongdina í dystinum millum NSÍ og EB/Streym.

 

Øll kunnu hoyra Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Her á in.fo verður eisini fylgt við fjórðingsfinalunum í kappingini um løgmanssteypið.