Rás2 sigur frá Víkingur-B36 sunnudagin

Rás2 byrjar at senda frá klokkan 13 sunnudagin

So rullar effofótbólturin aftur á Rás2.

 

Sunnudagin verður sendingin Sportboxin endursend á Rás2 millum klokkan 13 og 14.40, har m.a. Jákup Ósá og Leivur Frederiksen meta um effodeildini 2017.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum Víkingur-B36, sum verður spældur í Sarpugerði í Norðragøtu. Heri Simonsen verður í Rásarúminum. Heimildarmaður til NSÍ-EB/Streymur verður Helgi L. Petersen. Heimildarmaður til Suðringar-ÍF verður Bogi Mortensen. Heimildarkvinna til HB-07 Vestur verður Margit Stórá, og heimildarmaður til KÍ-Skála verður Eyðun Thorgeirsson. Alir dystirnir byrja klokkan 15. 

 

Sendingin "Triði Hálvleikur" verður aftaná dystarfrásøgnina í Sarpugerði, har ringt verður til umboð fyri hini liðini, m.a. Heðin Askham (EB/Streymur), Trygvi Mortensen (07 Vestur) og Jonas Flindt Rasmussen (Kí).

 

Besta smsið, sum kemur inn til nummar 559999 í sendingini vinnur eitt vikuskiftispass til Summarfestivalin í Klaksvík.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo hevur livescore frá dystunum. Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo aftaná dystarlok.