Ongin torir at nerta ei heldur at hava eina aðra meining/hugsan enn tann alment góðtikna, tá tað kemur til tey gomlu, tey sinnisveiku, tey menningartarnaðu – ella lat meg taka øll í ein bólk: Tey veikastu í okkara samfelag.
Ongin torir at siga sína meining, tí vit eru eitt so lítið samfelag, og tí kemur man altíð at traðka onkran á tærnar, tá øll kenna øll, og øll ”eiga” onkran kæran innan henda bólk.
Eg veit ikki hvat Soffi Egholm veit um Sambýlini í Sandavági? Veit hon hvussu væl tað gongur, og hvussu væl tey trívast bæði á Sambýlunum og í nærumhvørvinum? Eisni sjálvt um tað er ein lítil bygd? Veit hon, hvørji tilboð tey hava, og veit hon hvussu skjótt tað er at koyra til onnur tilboð, sum ikki eru á Vágoynni? Hevur hon nakra HÒMING av, hvat tey, sum búgva á hesum Sambýlum, meina? Tað skuldi verið lagað manni at spurt búfólkini har, tí tey duga so sanniliga at svara fyri seg – og spyr eisini tey avvarðandi um, hvat tey halda, teirra kæru hava fingið burturúr, síðan tey komu til Sandavágs.
Verði so karvandi óð, tí eg haldi, at Soffi Egholm blandar alt saman í ein vavgreyt. Hvat veit hon um t.d verkstaðið í Sørvági, og hví verður tað næstan brúkt sum høvuðsargument fyri ikki at byggja her vesturi? Hevur hon nakað sum helst at tosa útfrá? Hatta verkstaðið hevur verið til í nógv ár. Løgið at Soffi Egholm ikki hevur gjørt vart við seg fyrr, um tað er so skelkandi, mannminkandi, niðurgerandi og ósømiligt. Men eitt Verkstað í Sørvági hevur sum so als onki við byggingina í Sandavági at gera...tí tá verður ikki neyðugt at koma á Verkstaðið í Sørvági, um Sinnisbati hevur ímóti at menningatarnaði og sinnisveik skulu blandast, sum Soffi sigur.
At tað er best at dragsa alt til Havnar...tjaa, tað hava vit hoyrt ferð eftir ferð...men har eri eg persónliga so als ikki samd við Soffi Egholm. Tey sum búgva her vesturi, eru eftir míni persónligu meinig væl integrerað í nærumhvørvinum. Tey hava fleiri tilboð at fara til, tey hava arbeiði, og eg trúgvi, at tilboð, ið ikki eru á oynni, eru líka nógv brúkt av teimum, sum búgva her vestri, sum av teimum, sum búgva í Havnini. Tað tekur hóast alt bert hálvan tíma at koyra her vesturi frá.
Persónliga má eg siga, at eg bara havi hoyrt um nøgdsemi hjá teimum sum búgva her vestri. Hetta er ein lítil oyggj har øll kenna hvønn annan. Har tú heilsast og prátar tá tú hittir fólk og sjálvsagt verður spurt, hvussu tú hevur tað, og hvussu gongur. Tey eru altíð fyrikomandi og prátingarsom. Og tá eg spyrji hvussu tey trívast, siga tey altíð hvussu glað tey eru at tey fluttu vestur.
Taki hattin av fyri Rósu Samuelsen, at hon fær gongd á hesa bygging, sum tosað hevur verið um í so nógv, nógv harrans ár, men sum ongin enn hevur fingið skil á.