Ær í Saksun lembdi fýra lomb tvey ár á rað

Hetta er sjáldsamt

Ein ær í Saksun lembdi í vikuni fýra lomb. Men tað heilt serliga við hesum er, at hetta er annað árið á rað, at hon lembur fýra lomb. 

– Hatta er stuttligt og sjáldsamt. Tað var eitt yvirraskilsi í fjør, men at hon fór at lemba fýra lomb ár um ár, tað hevði eg so slett ikki væntað, sigur Andre Kruse, sum er bóndin, ið eigur ærina.

Hann hevur eitt boð upp á, hvussu tað ber til, at ærin lembur so væl.

– Eg rokni við, tað er tí, at eg fóðri í brundtíðini, áðrenn eg koyri brundseyðin út. Tað byrjaði eg upp á fyrrárið. Síðan tá eru ærirnar farnar at lemba meira, greiðir Andre Kruse frá.

Áðrenn hann byrjaði upp á hetta, plagdi hendan sama fýrlemban annars at lemba tvey lomb. Eingin ivi er um, at hendan ærin hevur verið góð fyri Andre Kruse.

– Hon hevur havt lomb í fimm ár, so hon hevur næstan tænt fyri seg. Tað er blivið til 13 lomb upp á hesi fimm árini, sigur hann.

Hendan myndin er frá í fjør, tá ærin fyrstu ferð fekk fýra lomb:

##med2##

– Í fjør bleiv hon skannað til tvey, men har kom bara eitt fyrst. Okkurt var galið, so eg fór at hjálpa til. Og so kom næsta lambið. Men aftaná hetta kom eitt aftrat, og knappliga vóru fýra. Tað var óvæntað. Tá eg skannaði í ár, segði tað trý, men so komu fýra, fortelur Andre Kruse og leggur aftrat, at ærin hevur tað gott.