Eftir Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Hamborg, Sosialurin:
Gjørdist ikki sørt ovfarin, tá eg læs føroysku bløðini seinasta vikuskifti, har høvuðstíðindini vóru, at rúsdrekkatrupulleikar vóru á tingi. Also, eg var ikki ovfarin av, at ávísir tingmenn drukku ov nógv, tað hava teir altíð gjørt, men at bløðini tóku hetta mál upp sum eitt álvars-mál. Tøkk skulu tit eiga fyri tað. Nú er hol sett á ein búld, som í mong ár hevur darvað føroyska samfelagnum. At júst hol verður sett á í okkara høga tingi, kann hava gott árin á samfelagið og kann eisini breiða seg sum ringar út um oyggjarnar. Tá tingmenn kunnu hava rúsdrekkatrupulleikar og leita sær hjálp fyri hesar, so er kanska vón hjá tí risthenta uppsagda skrivstovumanninum, ella aftur úr siglda línumann-inum, ið stendur á trapp-uni og bíðar eftir at Rúsan letir upp, meðan hann heldur fast um tær fáu krónurnar, sum hann júst hevur stolið úr kruvda Bassanum hjá børnum sínum.
Sjáldan havi eg lisið nak-að so skilagott, sum út-spælið hjá Tjóðveldis-flokkinum um ein orðaðan rúsdrekkapolitikk innan tingbólk. Serliga, at hesi orð eru sett í verk: ?Ikki at tosa um persónin, men við persónin?, tá íð eitt fólk hevur rúsdrekkatrupulleik-ar, tosa við tann sum líður og ikki í skaðafrøði válka sær. Eitt fólk við rús-drekkatrupulleikum hevur brúk fyri hjálp og kærleika, heldur enn at verða sparkað liggjandi. Ein og hvør, sum møtir fullur ella ávirkaður til arbeiðis, tað verið seg í tinginum ella á øðrum ar-beiðsplássum í landinum, hevur risastórar trupulleik-ar, sum koma at endurtaka seg, fær hann ikki hjálp. Eg tori at vedda upp á, at ikki ein einasti av teimum 32 tingmonnunum ynskir at koma sjónliga ávirkaður á tingfund. Hendir hetta, so hevur viðkomandi mist tamarhaldið á lívinum tá hann drekkur. Og roynd-irnar hjá tíggjutals milli-ónum av edrúum alko-holikarum kring heimin vísa, at hevur ein fyrst mist tamarhaldið, so fær ein tað ongantíð aftur. Tað er sum at missa beinið. Tað veksir ikki út aftur. Óteljandi eru teir alkoholikarar í heim-inum, sum drekka seg í hel í royndini at stýra fløskuni. Teir gerast altíð tapararnir.
Eg fegnist um, at málið um rúsdrekkatrupulleikar er tikið upp á so høgum støði í Føroyum, tí hetta fer at gera tað møguligt at hjálpa longur niðri í samfelagnum og føroyska samfelagið hevur eins og øll onnur samfeløg í heiminum stórar trupulleikar av rúsdrekka.
Tað var júst rúsdrekka-trupulleikar í okkara van-liga gerandisdegi, sum hendan kronikkin skuldi snúgva seg um. Tingmenn komu við høvinum og mínir tíggju fingrar dansa nú aftur og fram á knattaborðinum, fyri at fáa nakað skilagott burturúr hesum tabu-lagda evni, sum vit tiga burtur, so gott vit kunnu og næstan altíð velja at tosa um per-sónin, heldur enn við per-sónin, tí bundna sum líðir.
Og tá ið tú skrivar um rúsdrekka út frá einum per-sónligum vinkli og setir navn undir, so er altíð vandi fyri, at onkur lesari rammar nevan í borðið og rópar hart: ?Pínadoyð, at hatta skal tora. Tað er øgiligt, hann er vorðin skinhelligur. At hesi orðini koma frá hasum, Jesus forbarmi seg og nakað væl afturat. Hvat gevir tú!? At nema við hetta viðkvæma evni kann lætt-liga føra við sær, at tú fær dómin at vera frelstur ella at tosa moral. Tað vil so vera. Og áðrenn eg sigi eitt sindur um meg sjálvan, kann eg siga, at gavst eg ikki at drekka, so skrivaði eg einki í dag.
Ætlanin var ikki, at hetta skuldi verða nøkur ?be-kennilsissøga!? sum so. Sjálvur havi eg seinastu níggju árini, við góðari hjálp, fótað mær sum edrúur maður, ikki tí at mær ikki dámar at drekka, heldur tí, at mær dámar alt ov væl at drekka, so væl, at eg havi slett ikki tíð at arbeiða, tíansheldur at røkja nakað sum helst annað í lívinum, tá ið eg drekki. So er tað sagt
Nýggja rúsdrekkalógin
Tað eru eisini knappliga níggju ár síðan vit fingu eina nýggja rúsdrekkalóg í Føroyum. Hagtølini siga, at føroyingar ikki drekka stórt meira nú, enn tá kassarnir vóru í velmaktini. Tó er sjónligt, at føroyingar nú drekka meira javnt og eru fleiri dagar um árið ávirk-aður av rúsdrekka enn fyrr. Ein sannroynd millum tíggjutals milliónir av edrúum alkoholikarum úti í heimi er, at er tú fyrst bund-in at rúsdrekka, so skal bert ein ráki til, so festir í og tað gerst eitt sálarligt ?beset-ilsi,? at vera fullur eina tíð. Kassaskipanin fyrr í Før-oyum, so keðilig hon annars var, so hevði hon ein góðan eginleika fyri alkoholi-karar, hon førdi við sær at meginparturin ikki bestilti meir enn tveir tríggjar kass-ar um árið. Hesir vórðu druknir skjótt, og so var friður, hjá teim flestu. Tað er sannlíkt, at vit næstu árini fara at síggja fleiri sum gerast bundin, júst tí at nú er so lætt at fáa hendur á løginum og rúsdrekka er vorðin størri ein partur av gerandisdegnum .
Tað finnst bara tveir bólk-ar av fólkum, sum fáa stórar trupulleikar av rúsdrekka. Annar bólkurin eru tey, sum dáma væl at drekka, drekka nógv og hini eru tey, sum eru bundin at rúsdrekka, tá ið tey drekka. Fyrri bólk-urin, tey sum drekka nógv, eru munandi betri fyri. Tey eru ikki bundin, tey kunnu altíð gevast. Sigur konan: ? Nú kann tað vera nóg mik-ið, eg fari, um tú heldur fram,? so gevst hann. Sigur læknin: ?Livratølini eru vánalig, nú mást tú ansa eftir ella leggja av,? so leggur hon av uttan trupul-leikar og uttan hjálp frá nøkrum. Sigur arbeiðsgev-arin frá, at nú er ov nógv, so gevst hann at drekka.
Tann bundni, alkoholik-arin, kann ikki gevast at drekka hvussu fegin hann enn vil. Har er ongin bremsa, har er ongin vilji, sum er nóg sterkur. Hansara støða er nógv álvarsligari. Hann kann gott halda seg edrúan eina tíð, eina viku, ein mánað, eitt ár, kanska fleiri ár. Men byrjar hann at drekka aftur, so er hann full-komiliga maktarsleysur mótvegis alkoholinum. Hann drekkur alt í sor, seg sjálvan, tey sum eru honum næst, tey sum eru honum allar kærast, heldur enn at gevast. Tað er ongin logikk-ur aftanfyri, at hann byrjar eitt tørn. Hann trýr inniliga, at hesuferð fer hann at drekka við máta. Men úrs-litið er altíð tað sama, eitt buldraligt tørn, og sálarliga er hann í knúsi aftaná. Hann veit ikki sjálvur hví hetta er soleiðis og tað nyttar als onki at tosa fornuft við hann. Tað einasta, sum hann er heilt vísur í er, at fløskan hevur ikki feilin. Tað er alt hetta keðiliga kring hann, sum ger lívið so keðiligt. Einasti mátin hann kann fóta sær aftur er vil full-komiliga at leggja av.
Tað eru bara eini 10 pro-sent av teimum, sum drekka í einum samfelag, sum menna bundinskap at rús-drekka. Í hinum stóra bólk-inum, sum hevur eitt nor-malt forhold til rúsdrekka, finnast altíð fólk, sum eitt ávíst tíðarskeið í lívinum drekka meir enn onnur. Or-søkirnar kunnu vera nógvar. Bakkøst í lívinum av ymiskum slag. Ólag í hjúna-lagnum, uppsøgn á arbeiðs-plássinum, hjartasorg o.s.v. Men tá ringasti hvøkkurin hevur lagt seg, so eru tey aftur sum vanlig fólk. Tað er eisini vanligt, fyrr, serliga millum mannfólk, nú eisini millum konufólk, at tey á heilt ungum árum, tá íð tey eru um at gerast vaksin, drekka rættuliga nógv. Kanska fyri at vísa hinum, at tey eru nakað. Tey flestu av hesum minka um nýts-luna sum frálíður, men eini 10 prosent gerast alkohol-ikarar og reika vónleyst í kring, fáa tey ikki hjálp. Og alko-holisman er arvalig. Er annað av foreldrunum alko-holikar, so skal tað vera løgið um ikki okkurt av børnunum mennir bundin-skap at rúsdrekka. Hyggja vit erliga í okkara egnu familju, so síggja vit eisini hvussu misnýtslan arvast.
Antin er tú uppá
vegin ella ikki
Er tú alkoholikari, so hev-ur tú ongantíð bert smáveg-is trupulleikar av alkoholi, antin hevur tú ovurstórar trupulleikar, ella er ongin trupulleiki. Antin er tú upp á vegin ella ikki. Og um ein er alkoholikari ella ikki, kann vera sera ringt at siga. Tað hevur lítið og einki at gera við hvussu nógv verð-ur drukkið, heldur hvat rús-drekka ger við ein, tá íð drukkið verður. Og skal ein alkoholikari hava hjálp, so nyttar lítið, at onnur siga honum, at hann hevur trupulleikar, hann má við-ganga hendan trupulleika sjálvur, áðrenn nakað munagott kann gerast.
Eg kann minnast einaferð í áttatiárunum, at eg fekk ein lista upp í hendurnar við 30 spurningum, sum kundu benda á, at ein hevði rús-drekkatrupulleikar. Svaraði tú játtandi einum trimum av hesum spurningum, so var sannlíkt, at tú hevði onkrar trupulleikar av rúsdrekka. Eg kundi svara játtandi upp á allar samlar, uttan tann eina, har eg varð spurdur, um eg drakk, tá ið eg var uppá vegin, og hóast hetta, so steðgaði eg ikki hesi oyðimarkargongd fyrr enn fleiri ár seinni.
Undan jólum kom ein bók í føroysku bókabúðir-nar eftir danska rithøvundan Jørgen F. Nissen um rús-drekkatrupulleikar á ar-beiðsplássinum. Bókin eitur ?Ósjónligi fílurin? og undir-ritaði hevur týtt. Rúsdrekka og Narkotikaráðið hevur givið út. Meðan eg týddi hesa bók, kom fram fyri meg hvussu sníkjandi og lúrin alkoholisma er. Jørgen F Nissen lýsir gjølla alko-holismuna, hvussu hon spakuliga fer at at gera vart við seg og hvat hendir, tá ið tann bundni missir tamar-haldið á lívinum, tá ið hann drekkur. Einaferð, alkohol-ikarin kann ikki siga tað heilt neyvt, kanska innan fyri eini tvey ár, so fór hann um eina ósjónliga gátt og knappliga dugdi hann ikki longur at stýra lívinum, tá ið hann drakk. Bókin lýsir eisini hvussu sjúklig øll kring tann bundna gerast. Tey avarandi geva sær sjálvum skuldina fyri mis-nýtsluna hjá tí bundna: ?Hevði eg bert verið ørvísi, so drakk hann ikki so illa.? Tey vita ikki hvat er í vegin og tey gera alt fyri at fjala útyvir veruliga trupulleika, at tann bundni drekkur ov nógv. Hví tey gera so er ilt at siga, men hetta liggur djúpt í einum. Tað er so eymt og tað er so stór skomm ikki at duga at bera seg at í brennivíni. Og tað er ikki bara tey næstu sum líða, eisini starvsfelagar, arbeiðsplássið og vinir og kenningar. Ongin av hesum skilir rættuliga hvat hendir, men sjónligt er hvat hendir. Hjá tí bundna verður tor-førari og torførari at stjórna lívinum. Og at enda orkar hann ikki meira. Antin má hann gevast ella doyr hann.
Hvar er strikan?
Tað ber til at kjakast ó-endaligt um, nær ein per-sónur hevur rúsdrekka-trupulleikar ella ikki. Og tann bundni er til lítla hjálp. Neyvan nøkur líðing verður so avnoktað í heiminum, sum júst alkoholisma. Tann bundni kann um morgunin, liggjandi á knøunum, við høvdinum niðri í kummuni og lova bót og bata. Eitt sindur seinni út á dagin er hann koyrandi aftur við høgari sigarføring og góðari kenning.
Og tað er júst hendan av-noktanin, sum ger hesa líð-ing so svára og so ringa at lekja. Hjá vanligum fólki er hugmyndin av einum brennivínsbarni tann skitni, ófýsni, órakaði maðurin í síðum frakka, sum vildi giv-ið eitt hálvt kongaríki fyri eina fløsku av Aqua-velva, var einki betri nær-hendis.
Men alkoholikarin kann sanniliga eisini vera stjórin í fína bilinum, sum fer pynt-aður frá húsum hvønn morgun. Hann kann eisini verða vinarligi og skikkiligi bróðurin í samkomuni, sum av og á fer av landinum, fyri at fáa sær eitt tiltrongt tørn. Hann kann eisini verða fryntligi grannin, sum ong-antíð sæst úti fullur. Hann kann vera presturin, sum skinklar í kongunum á prædikustólinum í berari hundasjúku. Hann kann vera læknin, sum fyri ikki at lukta, hevur doyvt seg við einum góðum tablettjavn-ara, áðrenn hann hittir sjúk-lingin.
Og alkoholisman verður so illa góðtikin sum ein líð-ing í okkara samfelag. Eitt lítið dømið frá sjúkrahús-inum. Har liggja tveir manns á eini stovu. Tann eini liggur illa plágaður av lungnakrabba. Hann hevur næstan roykt seg i hel. Hann fær samkenslu, tey næstu eru sorgarbundin um hann. Læknin vísir honum virð-ing. Hann fær hjálp, liggur eina tíð, og so verður hann útskrivaður. Hann byrjar aftur at roykja. Tey næstu eru eitt sindur óttafull, men ongin dømir hann, ella kveistrar hann frá sær.
Í hini songini liggur ein sundurbrotin alkoholikari við livrini í sorli. Hann er einsamallur, fá koma at vitja hann og ongin hevur sam-kenslu við honum. Hansara líðing er av slíkum slag, at tað ber ikki til at tosa um hana. Hann fær eisini hjálp av sjúrkahúsinum og verður útskrivaður. Hann byrjar at drekka aftur, ógvusligari enn nakrantíð, tey næstu øsa seg upp, døma og venda honum bakið. Hann doyr einsamallur.
Báðir hesir persónar, sum misnýta seg spakuliga í hel, eru til fíggjarliga last fyri samfelagið, men ymiskt er hvussu samfelagið vigar hesar. Munur er eisini á minningarorðunum í bløð-unum, bæði í longd og eymleika.
Tað er sum sagt ógvuliga ringt at siga, nær eitt fólk hevur fingið trupulleikar av rúsdrekka, men nøkur tekin eru rættuliga álítandi.
Eitt ósvitaligt tekin um at vandi er á ferð er, tá ið ein persónur fer at drekka um morgunin, ella enntá fyrr, á nátt, fyri at kenna seg nøku-lunda væl til passar, tá van-ligi dagurin byrjar. Eitt annað tekin er, um rús-drekka leiðir hann, har hann ikki ætlaði, tá ið hann drakk. Onki menniskja møtir sjónliga ávirkað av rúsdrekka til arbeiðis, uttan at tað hevur rúsdrekka-trupulleikar. Eitt vanligt fólk kundi ikki droymt um at drukkið so nógv, at tað ikki var av-runnið, áðrenn tað fór til arbeiðis.
Ikki vónleyst
Hjá rúsdrekkabundnum ber til at fáa hjálp, við-ganga hesi, at tey hava trupulleikar. Tað er fyrsta treytin. Og tað er ikki bara ein leið at ganga. Neyvan nakað hevur hjálpt føroy-skum brennivinsbørnum so nógv at sleppa burtur úr misnýtsluni, sum andalig veking. Soleiðis hevur verið seinastu øldina. Í øllum samkomum finnast edrúir drykkjumenn, sum í svart-asta vónloysi leitaðu sam-komur upp og steðgaðu med alla, tí at teir fingu trúgv á at eitt hægri vald, sum var nógv sterkari enn teir sjálvir kundi endurreisa teir.
Ongin viðgerð lekir ein alkoholikara. Edruskapurin má røkjast, antin í felags-skapi í samkomu ella í felagsskapi við aðrar alko-holikarar. Avbyrgir alko-holikari seg eftir viðgerð, fer hann aftur at drekka. Einsamallur klárar hann einki. Tað ber ikki til at fara á Heilbrigdið, á Blákross ella á Statshospitalið og síðan rokna við, at nú er ein lektur eftir lokna viðgerð. Í viðgerð ber til at steðga misnýtsluni og fáa góð ráð.. Men út aftur komin er ger-andisdagurin júst tann sami, og tá er neyðugt, í felags-skapi við onnur, at læra at fóta sær. Tað er bert hend-inga, sum klárar seg leingi edrúur uttan felagsskap við onnur og tað er lívshætti-sligt hjá vanligum alkohol-ikarum at nýta hendan sum fyrimynd.
Og hjá fríteinkjaranum er eisini vón. Tí honum nýtist ikki at trúgva á Gud, hann kann bara trúgva á, at tann máttur sum savnar hann og aðrar drykkjubrøður saman og heldur teir edrúar, má vera nógv sterkari enn hann sjálvur, sum sundurbardur av alkoholismu, stríddist av øllum alvi fyri, at hesuferð skuldi hann drekka við máta.
Millum tær mongu tíggjutals milliónir av edrú-um alkoholikarum í heim-inum í dag er semja um, at orsøkin til, at tað eydnaðist at gerast edrúur er júst, at alkoholikarin fekk trúgv á, at eitt vald sterkari enn hann sjálvur, loysti hann úr haft-inum og at hann við at geva vilja og lív sítt í hendurnar á hesum valdi, misti tostan og fekk styrki at halda seg edrúan. Hetta merkir á før-oyskum, at leggja vilja og lívið í Guds hendur..
Eg lærdi nógvar edruar drykkjumenn at kenna í Singapore. Kinesarar, ma-layar, jødar, indarar, ara-barar o.s.v. Tað var stuttligt at sita og práta um hvat helt okkum edrúar. Vit tosaður nógv um eitt hægri vald. Hjá okkum kristnu var hetta Gud, eisini hjá jødum, ara-bararnir tosaðu um Allah, sama gjørdu malayar og indonesarar. Nógvir trúðu á Buddha og Hinduismuna og onkur kinesari hevði ein telgdan gud standandi heima í stovuni.
Men vit tosaðu ongantíð um, hvør trúgv var rættast. Vit tosaðu altíð um Gud, sum vit sjálvir skiltu hann. Á hendan hátt fingu vit ikki eina lidna Gudamynd smoygda niður yvir høvdið, kanska eina mynd, sum vit als ikki kendust við. Tá ið vit tosaðu um, at Gud, soleiðis sum vit skiltu hann, hvør einstakur av okkum, hevði tikið tostan frá okk-um, hevði loyst okkum úr brennivínsfelluni, og gav okkum mót og styrki at liva víðari, so var einki at kegl-ast um. Tað eru nógv, menn og kvinnur, sum hava eina heilt aðra religión enn eg, sum hava verið við til at styrkja mín edrúskap hesi árini úti í heimi.
Samfelagið bløðir
Eg byrjaði í tinginum og eri nú komin til samfelagið, sum tingið heldur á kós við sínum lógarsmíði. Ongin neyv uppgerð finnst av hvussu nógv í krónum sam-felagið missir av rús-drekkamisnýtslu. Men tøl-ini eru høg og missirin rakar alt samfelagið, vinnulív, tað almenna, familjur o.s.v.
Og tað er so tørført at tosa um hvat samfelagið sum heild missir av rúsdrekk-amisnýtslu, tí avnoktanin er so ovurhonds, og tað er ikki bara familjan, men eisini starvsfelagarnir halda hond-ina yvir einum rúsdrekka-bundnum. Tey halda seg gera honum eina tænastu, men úrslitið er øvugt. Tey hjálpa honum heldur enn longur niður.
Hvussu nógv minni ella vánaligari ein persónur ar-beiðir ein mánadag við hundasjúku, eftir eitt vátt-ligt vikuskifti, ja, kanska týsdag við, er ringt at gera upp í pengum. Men miss-urin er stórur. Misnýtarin plagar vanliga at vera sera arbeiðssamur millum tørn-ini. Men sum heild kann sigast, at ein, ið ikki hevur tamarhald á drekkingini, eisini er vánalig arbeiðs-megi. Hjá honum er neyð-ugt at arbeiða tað forsømda inn aftur, teir dagar, hann antin hevur drukkið ella verið hundasjúkur til ar-beiðis. Hansara árliga avrik verður vánaligari enn hjá vanligum fólki, minni kem-ur burturur roknað yvir allar arbeiðs-dagar í árinum, av tí einfaldu orsøk, at hann er ikki upplagdur.
Verða allir sjúkradagarnir, sum koma vegna ov nógv drekkarí, roknaðir í peng-um, so gjørdist talið høgt og vóru allir arbeiðsgevarar greiðir yvir hvussu nógvan pening fyritøkan missir árliga av hesum, so høvdu teir ikki blunkað við at fingið ein orðaðan rús-drekkapolitikk á arbeiðs-plássið.
Alkoholikarin er oftast ein persónur, sum er vit-ugur, skapandi og evna-góður Hann er dugnaligur til sítt arbeiði, ofta góða útbúgving og er ofta førur fyri at vinna meira enn miðalmaðurin. Hví eitt so skilagott fólk kann finna upp á at drekka seg frá sans og samling og oyðileggja alt, sum er kring hann, og seg sjálvan við, er ein stór gáta. Og áðrenn hendan gátan verður loyst, verður tann bundni noyddur at halda seg edrúan, ella at drekka seg í hel.
Samfelagið bløðir. Sein-astu 20 árini hevur miðvis viðgerð verið fyri rús-drekkamisnýtslu í Før-oyum. Hvussu nógv fólk hava verið gjøgnum við-gerðarskipanina veit eg ikki neyvt, men talan er um nøkur túsund.
Og um ongi neyv hagtøl finnast, so er talið av teim-um, sum eru deyð av or-søkum, sum stava frá ov-nógvum rúsdrekka ovur-honds stórt. Fólk doyggja í ferðsluni, doyggja í báti, doyggja av sjúkum, sum stava frá ov nógvum rús-drekka. Og í øllum Før-oyum ganga ung og evnarík fólk fyri púrasta einki, tí tey orka ikki at arbeiða ella kunnu ikki brúkast í arbeiði, tí tey drekka ovnógv.
Ikki at gloyma allar tær familjur, sum eru syndraðar av alkoholi ella sum eru endaðar á Almannastovuni, tí hvørki av foreldrunum er ført fyri at vinna nógv mikið av peningi, tíans heldur at uppala børnini. Dýrir pro-fessionellir stuðlar vassa uppi í hesum familjum, har hvørt barnið eru vorðið ein sak og hvør einstakur í familjuni, ja um hann so enn liggur í móðurlívi, er vorðin ein byrða fyri samfelagið.
Alkoholikarin, sum ikki longur kann røkja arbeiðið, gerst sum frálíður ein bein-leiðis byrða fyri samfelagið. Samfelagið verður noytt at geva honum mat og pening.
Ongin líðing í samfelag-num verður so nógv av-noktað sum rúsdrekkamis-nýtsla. Av einari heilt óskilj-andi orsøk hevur fjøldin av fólki mannað garð um, at hjá okkum er ikki talan um rúsdrekkatrupulleikar.
Og hóast hetta, so doyr í hvussu er ein føroyingur um mánan, ofta nógv fleiri beinleiðis av atvoldum, sum stava frá rúsdrekkamis-nýtslu
Nú flokkur á tingi hevur tikið seg um reiggj og hevur fest á blað ein orðaðan rúsdrekkapolitikk, er stund-in komin, at farið verður út um landið við einum orð-aðum rúsdrekkapolitikki. Ikki bara á teimum stóru stovnunum í Havn og hjá Tórshavnar Kommuni.
Lat okkum fáa ein orðað-an rúsdrekkapolitikk á hvørt einasta arbeiðspláss í landi-num, har fyrsta ávar-ingin er ein hjálpandi hond.
Hendir hetta, so loysti tað seg rættuliga, at tjóðveldis-tingmenn høvdu kenning á tingi, hóast tað at politikarar drekka, avgjørt ikki er nak-að sereyðkennið fyri tjóð-veldisflokkin.
Veruliga átti ein als ikki at sýnt nøkrum menniskja samkenslu.
Tað er betri at hjálpa tí.
(Maksim Gorkij)
russiskt skald