Rúsdrekkakoyring
Hatta er eitt mál ímillum Tórbjørn Jacobsen og fútan.
Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins hevur als ongar viðmerkingar til, at ein av tingmonnum tjóðveldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen, nú er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og at løgreglan hevur tikið koyrikortið frá honum.
Løgreglan tók Tórbjørn Jacobsen tíðliga ein sunnumorgun. Illgruni varð um, at hann hevði koyrt við kenning og tí varð blóðroynd tikin av honum. Løgreglan tók eisini koyrikortið, men tá fekk hann kortið aftur.
Men mikudagin visti Útvarpið, at nú úrslitið av blóðroyndini er komið, hevur løgreglan aftur tikið koyrikortið frá tingmanninum og hevur skuldsett hann fyri rúsdrekkakoyring.
Men sambært Høgna Hoydal, formanni tjóðveldisfloksins, er hetta ikki eitt mál, sum viðkemur tjóðveldisflokkinum.
Hann sigur tvørturímóti, at hetta er eitt mál ímillum Tórbjørn Jacobsen og fútan.
Sostatt hevur Høgni Hoydal heldur ikki sett seg inn í málið, tí hann hevur onki við tað at gera.
Men tjóðveldisflokkurin orðaði fyri nøkrum árum síðani ein rúsdrekkapolitikk.
Tað ásannar Høgni Hoydal og sambært honum, er rúsdrekkapolitikkurin framvegis í gildið.
Men eftir hansara tykki er hetta ikki ett brot á tann politikkin.
Rúsdrekkapolitikkurin hjá tjóðveldisflokkinum snýr seg um ein rúsdrekkapolitikk í samband við tað politiska arbeiði fyri flokkin og ikki um, hvat fólk gera privat, sigur Høgni Hoydal.
Og aðrar viðmerkingar hevur hann ikki til málið.