Sammett við upprunaliga fíggjarlógaruppskotið eru nú 400 túsund krónur á uppskotinum sum løga til Rásina í Saltangará.
Meirilutin í fíggjarnevndini – samgonguumboðini Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michaelsen og Helena Dam á Neystabø – siga soleiðis í álitinum, sum seinnapartin varð lagt fyri løgtingið:
Rásin er eitt heildartilboð til ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan. Stovnurin Rásin er eitt framúrskarandi bú- og skúlatilboð til borgarar í okkara landi, sum hava serligan tørv. Har er pláss fyri uml. 8 borgarum. Tørvur er á at víðka hetta tilboð eins og tørvur er á at betra um undirvísingarumstøðurnar á Rásini. Meirilutin vil fegin raðfesta at ferð verður sett á hetta arbeiðið, so at fyrireikingar kunnu verða gjørdar at fremja ta verkætlan, sum leiðslan á stovninum hevur arbeitt við.
Onnur viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum verður mánadagin.
Fíggjarlógin skal verða samtykt við triðju viðgerð fyri jól og verður galdandi frá á nýggjárinum.