Leygarkvøldið vera Eyðun og Terji og Høgni Reistrup á skránni í Århus til ræstkjøtaveistlu. Aftur í ár skipar Føroyingafelagið í Århus fyri stórari ræstkjøtaveitslu. Veitslan, ið er vorðin ein fastur og týðandi táttur í virkseminum hjá føroyingafelagnum í danska lestrarbýnum, er eitt frálíkt høvi hjá útisetum runt um í Danmark at koma saman, eta góðan føroyskan mat og hoyra góðan føroyskan tónleik. Og tað boðar frá góðum. Ræsta kjøtið kemur úr Vágum og tónleikurin verður borðreiddur av tveimum garvaðum monnum ? Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen. Navnframi Høgni Reistrup, ið júst hevur givið sína debutfløgu út, hitar upp. Undir borðhaldinum verður eini felagssangur og undirhald, umframt at lutaseðlasøla verður við fleiri góðum vinningum, so sum tveir flogferðaseðlar frá Atlantic Airways og ein góður vinningur frá Smyril Line.
Eins og undanfarin ár verður veitslan hildin í hugnaligu hølunum í Tousgårdsladen á Edwin Rahrs Vej 6B í Brabrand.
Áhugað kunnu ringja til Eivind Simonsen, kassameistara, á tlf. 41 41 26 51.