Úr Sveis at uppliva G! festivalin

- Her eru ræðuliga nógv fólk, sum klæða seg líka. Øll ganga í ulltroyggju við mynstri, hava Fjällräven tasku og regnjakka

Dennis Eberly og Anna Gasser hava ferðast langt fyri at sleppa at uppliva G! festivalin. Tey eru úr Sveis, og í ár hava tey endiliga fingið høvi at koma til Føroya. Dennis hoyrdi um G! fyrstu ferð fyri fimm árum síðani, og síðan tá hevur hann viljað sloppið til Føroya. 

 

- Eg hoyrdi um festivalin á internetinum. Eg las eina grein við einum lista av bestu festivalunum í heiminum, og G! virkaði bara so feitt. Havið, fjøllini og strondin sá so kul út, so eg tók kjansin og fór í ár, sigur Dennis.

 

Hann yvirtalaði vinkonuna, Annu, um at koma við sær til Føroya. Tað var ikki ringt, og hon var við uppá tað beinanvegin. Hon kendi væl til Føroya, tí hon hevur ferðast í Íslandi fyri nøkrum árum síðani.

 

Tey hava funnið seg væl til rættis á festivalinum, og G! livir heilt upp til teirra forvæntningar. Sveisararnir hava bitið merki í nøkur ting við føroyingum, síðan tey komu til Gøtu. 

 

- Her eru ræðuliga nógv fólk, sum klæða seg líka. Øll ganga í ulltroyggju við mynstri, hava Fjällräven tasku og regnjakka, sigur Anna flennandi.

 

- Ja, tað er gott nokk yvirraskandi, at tað eru so nógv, sum ganga soleiðis, sigur Dennis.

 

Viðvíkjandi føroyska málinum, so skilja tey einki. Tí hevur tað verið ein avbjóðing hjá teimum at lesa skeltir við kunning, tí tað mesta bara stendur skrivað á føroyskum. Men tað ger ikki so nógv, so tey plaga bara at spyrja fólk um hjálp til kunning.

 

- Vit vóru og lurtaðu eftir Swangah, og skiltu ikki eitt orð. Áskoðararnir vóru øgiliga við uppá tað, so tað var ein ordiliga góð konsert, sjálvt um vit ikki skiltu nakað. Ella jú, vit skiltu orðini “millumfingur” og “epelepsi”.

 

Anna Gasser og Dennis Eberly vera í Føroyum í eina viku aftrat. Aftan á G! festivalin hava tey ætlanir um nakrar fjalltúrar, og ein tyrlutúrur til Svínoy er eisini á skránni.