Einskiljing
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tá tað verður spurt og sáddur ivi um, hvørt tað er rætt at byrja einskiljingina av almennum fyritøkum við Atlantsflogi, so ivast landsstýrismaðurin ikki í, hvat er rætta svarið. -Vinnumálaráðið hevur gjørt sær ómetaliga stóran ómak fyri at gera einskiljing av Atlantsflog til eina trygga prosess og ikki soleiðis, at hetta skalar Atlantsflog men tvørturímóti skapar felagnum nýggjar møguleikar.
Spurt verður m.a., hví tað skulu seljast 66% av felagnum, so landið missir meirilutan. Til tað sigur landsstýrismaðurin, at her fyriliggur eitt uppskot, sum er bæði sakliga og fakliga fult forsvarligt. Men allir aðrir møguleikar standa opnir, tí tað er løgtingið, sum tekur endaligu avgerðina.
Bjarni Djurholm sigur seg annars vera ósamdan við stjóran í Kaupthing, sum í Sosialinum í gjár sigur, at tað hevði verið skilabetri, um landið byrjaði at einskilja minni problematiskar fyritøkur sum Føroya Banka og Føroya Tele.
-Hvat viðvíkur Føroya Banka, so er tað ikki mítt borð. Tað hoyrir undir Fíggjarmálaráðið. Men tað er rætt, at tað er ikki so kompliserað at fara undir ta einskiljingina. Føroya Banki hevur ikki brúk fyri á sama hátt sum Atlansflog og Føroya Tele einum aktivum íleggjara, sum kann koma við nógvum pengum, tá brúk er fyri eini íløgu. Tað hevur tí týdning, at vit fáa ein sterkan aktioner, tá talan er um Atlantsflog.
Hvat Føroya Tele viðvíkur, so heldur landssstýrismaðurin tað vera nógv meira kompliserað enn at einskilja Atlantsflog. Tí har skal tú til at taka støðu til ein sera prinsipiellan spurning, nevniliga kervisspurningin. -Vit hava brúkt sera nógva tíð til at tosa um kervisspurningin við Føroya Tele, og úrslitið av tí varð, at FT varð umlagt til eina konsern í vár. Men skulu vit til at selja FT ella konsernina FT, so eru vit framvegis í tí ivamálinum, at vit mugu ansa eftir ikki at minka um kappingarmøguleikarnar tvs. útboðið av televeitarum í Føroyum, tí at ein keypari leggur seg á alt Føroya Tele og harvið regulerar marknaðin. Hetta merkir, at tú skal gera eina sera neyva gjøgnumgongd, hvussu tú sleppur undan, at eitt einskilt Føroya Tele gerst eitt privat monopol í mun til tað tað er í dag, nærum eitt alment monopol.
Bjarni Djurholm vísir á metingar, sum siga, at býtir tú Føroya Tele í tvey og selur tænastupartin fyri seg og kervispartin fyri seg ella at landið varðveitir kervispartin og síðani ger eina virðismeting av hvørjum sær, so eru kervivisparturin og tænastuparturin minni verd hvør í sær, enn um tú seldi tað saman sum ein blokk.
-Hví er tað so?
-Tí tann, sum keypir alt saman, hevur eina styrki mótvegis kappingarneytunum, og tað merkir, at selur tú FT sum eina eind og man selur kervið við, so mást tú hava eina regulerandi mekanismu, sum kann forða fyri, at tað ikki verður útviklað ein monopolsstøða á netinum. Vit mugu so eisini ansa eftir, at vit ikki vera so regulerandi frá almennari síðu via Fjarskiftiseftirlitið, at man oyðileggur møguleikarnar hjá FT at útvikla seg.
Nettupp út frá hesi sannroynd heldur landsstýrismaðurin tað tí vera beinleiðis skeivt at siga, at tað er meira einfalt at privatisera FT enn t.d. Atlantsflog, tí að krevur nevniliga nógv neyvari avgerðir fyri , at tað kann blíva til eina succes og ikki endar í einum trupulleika.
Bjarni Djurholm sigur víðari, at taka vit Atlantsflog, so er tað eitt nógv einfaldari felag, tí har eru heilt onnur atlit galdandi. -Vit vilja, at flogførini verða serviserað í Føroyum, at arbeiðsmegin umborð á flogførunum er føroysk osfr. Tað eru viðurskifti, sum lættliga kunnu vera við í eini sølu. Vil eingin keypa við teimum krøvunum, so er tað ein nýggj støða. Tað er tí greitt, at tað er nógv lættari at seta krøv til sølu av Atlantsflog og halda fast um ta succceina enn FT.
Annars verður eisini arbeitt við einskiljing av Føroya Tele. Høvuðsspurningurin er,
hvussu vit kunnu selja FT og samtíðis tryggja optimala kapping, og at FT verður selt soleiðis, at tað samtíðis virkar optimalt. Tilgongdin hevur verið fyrireikað í eina tíð og fyrireikingin av søluni er eisini byrjað soleiðis, at uppskot kann vera lagt fyri tingið innan 3. mars.
Bjarni Djurholm leggur aftrat, at hann kann vissa Føroya fóllk um, at ætlanin er ikki at bróta nakað niður. -Vit hava eitt endamál, og tað er at byggja upp. Atlantsflog er komið á eitt vegamót, har tað skulu gerast íløgur í nýggj flogfør og hvørt av sínum. Landið maktar tað ikki, tí tað skulu brúkast pengar til so nógv annað frá sjúkrahúsverki til tunnilsgerðir, sosial endamál osfr. so vit meta okkum ikki hava pengar til at menna Atlantsflog. Tað mugu onnur gera.