Rætt at fara út um landoddarnar

-At koma út um landoddarnar meti eg sum eitt stórt framstig fyri Atlants Kolvetni. Hetta sigur ein av stovnarunum og nevndarlimur í føroyska oljufelagnum, Poul Mohr, nú bretska vinnumálastýrið DTI hevur givið føroyska felagnum grønt ljós at arbeiða í bretskum øki javnbjóðis øðrum útlendskum oljufeløgum.

 

Føroyskt oljufelag góðkenning



Poul Mohr sigur, at tað alla tíðina hevur ligið í kortunum hjá felagnum eisini at kunna menna eina føroyska oljuvinnu uttanlands. At hetta so eisini er beint í grannalagnum ella sum Poul Mohr málber seg ?beint hinumegin hegnið? ger tað ikki verri. Hann sigur seg annars vera sera fegnan um at tann stóra stuðul, sum Atlants Kolvetni hevur fingið frá sínum partnarum og her serstakliga Amerada Hess.


Poul Mohr hevur sum nevndarlimur eisini verið við í arbeiðinum at fáa føroyska felagnum loyvi at leita eftir olju og gassi í bretskum øki. Hann dylur ikki fyri, at bretar og her serstakliga Simon Toole, stjóri í DTI hava verið ótrúliga fyrikomandi og góðir at samskifta við. Fyrst skuldu samstarvspartnararnir hjá Atlants Kolvetni, tvs. Amerada Hess, Dong og British Gas góðtaka at fáa føroyska felagið við í teirra loyvi í bretskum øki og síðani skuldi DTI góðkenna felagið.


Samtíðis sum Atlants Kolvetni hevur fingið eitt slag av altjóða góðkenning er felagið eisini við í boring á føroyska landgrunninum. Poul Mohr dugir ikki at siga, hvussu gongst, men hann heldur ikki, at føroyingar eiga at fella í fátt, um eisini henda triðja boringin verður turr. ?Tað er sera bjartskygt at rokna við at finna olju bara eftir at hava borað tríggjar brunnar. Mær vitandi er tað ongantíð hent nakra aðrastaðni, at man hevur funnið olju í einum nýggjum øki við so fáum brunnum.


Hann heldur tí ikki, at vit eiga at missa mótið, um teirra boring heldur ikki gevur úrslit. Tað kann kanska fáa føroyingar, sum hava havt veruligan oljufebur, at sláa kalt vatn í blóðið og at fáa eitt meira realistiskt tilknýti til oljuna. Poul Mohr heldur ikki, at hetta kemur so óvart á oljufeløguni, sum jú eru von við slíkt og tí eisini hava hetta við í sínum metingum. Poul Mohr fer so langt sum at siga, at tað ger ikki petti, um vit ikki finna olju her og nú, tí virksemi er so stórt í samfelagnum sum er.


-Men tað eru tey, sum halda, at oljan hevði komið væl við politiskt nú undan valinum?


-Tað er spurningurin, um tað hevði verið so gott. Tað er spurningurin, um tað ikki hevði verið líka so gott tá við ongari olju í hesum umfarinum, tí tá stóð man líkasum meira á fastari grund. Poul Mohr ber eisini ótta fyri, at eitt stórt oljufund nú hevði gjørt, at fólk gjørdust frá sær sjálvum. ?Alt hevði helst blivið púra vilt sum hann málber seg. Men leggur hann aftrat: -Vit leita eftir olju, tí vit halda hon er har. Fyrr ella seinni trúgvi eg vit finna hana.


-